Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing – unglingameistarakapping hevur júst verið í Vági: Natalia Reinhardt heiðursmerki í øllum kappingum, har hon luttók

(
John Færø)

Natalia Reinhardt var ein av mest vinnandi einstaklingunum í UM-svimjikappingini, sum var suðuri í Vági seinasta vikuskiftið, har hon fekk 6 gullmerki, 6 silvurmerki og 4 bronsumerki !!!

Í hesi UM-kappingini suðuri í Vági varð kappast í bólki 3 (árgangur 1990/91), bólki 4 (árg. 1988/89) og bólki 5 (árg. 1986/87)

Úr Svimjifelagnum Ægi luttóku hesaferð 10 svimjarar, harav 8 vóru gentur og 2 dreingir.

Av svimjarunum úr Ægi gjørdi Natalia Reinhardt tað størsta hálið av heiðursmerkjum. Hon luttók í bólki nr. 4, har hon vann heiðursmerki í hvørji einastu kapping, har hon luttók.
6 av medaljunum vóru úr gulli. Tað var í kappingunum: 400 metrar crawl, 400 m. blandað, 200 m. firvald, 200 m. crawl, 200 m. blandað og 100 m. bringu.
Sum tað framgongur, vann Natalia flestu gull-merkini á teimum longru teinunum, har hennara stóra styrki liggur.

Onkur av heiðursmerkjunum vann Natalia í stafettum, tvs. saman við øðrum svimjarum úr Ægi, og í sama bólki 4 vunnu eisini Liljan Gullaksen (50 firvald) og Karla Dánjalsson (100 firvald) hvør sítt bronsumerki.
Sagt verður úr Ægi, at svimjararnir hjá felagnum betraðu sínar tíðir munandi.

Venjari á túrinum var Ulrik í Hjøllum, Elna Joensen var kokkur, meðan Dan Mikkelsen og Elin Matras luttóku sum hjálparfólk, dómarar v.m.

Tey úr Ægi búðu saman á túrinum, sum var sera gott fyri trivnaðin millum svimjararnar.

Samstundis sum Norðoyastevna verður tann árliga FM-kappingin, sum fyri nógvar av svimjarunum er punktummið fyri veturin. Eftir ta kappingina fara fleiri í summarfrí frá svimjivenjingunum.