Unglingameistara-kappingin í svimjing 2005, stytt UM 2005, var í Klaksvík 22. til 24. apríl, har Ægir gjørdist Ægir nr 3 tilsamans, sum er eitt sera gott úrslit, tá havt verður í huga at Ægir bert hevði 4 svimjarar við til hesa kapping, nevniliga Nataliu Reinhardt, Rúnu Joensen, Bjarna M. Petersen og Poul J. Færø.
At talið av svimjarum í Ægi ikki er so stórt í teimum aldursbólkunum, sum høvdu aldur til UM í ár, kemst óiva av, at svimjihøllin fyri árum síðan varð afturlatin meginpartin av einum vetri í sambandi við høvuðsumvælingar.
Men sigast má, at vend er komin í tann rætta vegin hjá Ægi, tí hóast hesi, ið umboðaðu Ægir í UM 2005, eru fá, so eru tey ikki minni kná, og harafturat eru teir yngru aldursbólkarnir, sum eru á veg upp, væl størri.
Tí kunnu vit nú gleðiliga staðfesta, at Ægir er á veg fram. Strevið hevur lønað seg, tað hevur verið sjón fyri søgn hesa seinastu tíðina – eisini næst seinasta vikuskiftið, tá hetta liðið hjá Sørini Olsen høvuðsvenjara luttók í UM 2005, sum Svimjihøllin í Klaksvík var karmur um.
Natalia vann 16 gullmerki.
Natalia Reinhardt vann heili 16 gull merki, og má tað sigast at verða eitt met. Natalia setti eisini eitt nýtt føroyskt met í 200m firvald. Hon svam hendan teinin uppá 2 min. 29,67 sekundir, og er hetta ein betran av tí gamla metinum, sum hon átti sjálv, við 34 hundraðpørtum av einum sekundi.
Rúna kom á A-landsliðið.
Rúna Joensen svam seg á A-landsliðið við at svimja 100m frí í 1 min. 6,24 sek.
Kravið er, at ein klárar at svimja hendan teinin upp á 1.06,65 og sostatt svam Rúna seg á A-landsliðið innan svimjing.
Nú eru tríggir klaksvíkingar á A-landsliðnum: Kristian Olsen, Natalia Reinhardt og Rúna Joensen.
Bjarni atgongd til FM og DÅM.
Bjarni hevði eina framúr kapping í Klaksvík. Hann forbetraði seg ótrúliga nógv í frí greinunum, og gjørdi hann ikki minnið enn at klára at kravtíðina til Føroyameistarakappingina (FM), sum er bronsunálin. Hetta gjørdi hann við at svimja 200m frí skjótari enn 2.36,51.
Eisini vann Bjarni 200m bringusvimjing.
Hann kláraði eisini kravtíðina til Dansk Årgangs Mesterskab (DÅM), ið verður um ikki so langa tíð. Hetta gjørdi hann við at svimja 100m bringu uppá 1.30,39, ein forbetran av sína egnu tíð við meir enn 8 sekundum!!!
Poul J. Færø stór framstig.
Sum tann yngsti av svimjarunum hjá Ægi í UM í ár vóru møguleikarnir hjá Poul fyri medaljum ikki so stórir, men hetta forðaði honum tó ikki fyri at gera stór framstig í fleiri kappingum. Eitt nú svam Poul 50m rygg, og forbetraði hann sína egnu tíð við meir enn 5 sekundum! Frá 54,35 sek til 48,22 sekund! Síðani var tað 100m frí, ið hann svam uppá 1 min 22,90 sekund, og er hetta ein forbetring uppá 6,10 sekund!
Eftir hetta svam Poul 200m blandað, og var hetta fyrstu ferð hann svam hesa grein og hendan tein til kapping. Hann svam 200m blandað uppá 3 min. 38,35 sekund, sum gav honum eina bronsu-medalju.
Samanlagt er ein sera góð kapping hjá Ægi, sum samanlagt gjørdist nr. 3 í UM 2005.
Tillukku við tí, Ægir.




