Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjistevna í Havn seinasta vikuskiftið: Ægir vann 4 silvur og 1 bronsumerki

(
John Færø)

Venjingarnar undir nýggja høvuðsvenjaranum eru byrjaðar í Svimjifelagnum Ægi, har Jákup Johansen framhaldandi arbeiðir við at manna eitt hóskandi 1.lið – fyrsta luttøkan í opnari kapping síðani venjaraskiftið var síðsta vikuskiftið.

Ivaleyst fer tað at taka nakað at tíð, áðrenn Ægir av álvara aftur fer at kunna taka upp kappingina um gullmerki í flestu svimjigreinum.
Tað er sjón fyri søgn, at afturlatingin av svimjihøllini seinasta vetur hevur kostað felagnum sera nógv, tá um úrslit ræður.
Men nú hava tey av álvara tikið táttin uppaftur undir kønu venjaraleiðsluni hjá Jákupi Johansen.

Kristian og Natalia
vunnu medaljurnar.

Í opnu svimjikappingini, sum Ægir luttók í seinasta vikuskiftið, eydnaðist tað tveimum av svimjarum felagsins at náa heiðursmerkjapláss – hóast hvørgin teirra náddi upp til eitt gullmerki.
Kristian Olsen vann tvey silvurmerki í greinunum 50 metrar frí og 100 metrar frí, meðan Natalia Reinhardt vann silvur í 100 og 200 metra firvaldasvimjing og bronsu í 200 metra bringusvimjing.

Kristian sera nær
oyggjaleikatíðini.

Hjá Kristiani Olsen var eisini tann spenningurin í nevndu kapping, at hann var sera nær við at koma niður um tað kravdu tíðina fyri at kunna verða úttikin til oyggjaleikirnar komandi.
Tað verður tó neyvan lætt hjá honum at fáa atgongd til oyggjaleikir, tí kappingin er sera hørð og plássini avmarkaði.

Eisini nøkur
fjórðapláss.

Umframt tey íalt 5 heiðursmerkjaplássini, endaður svimjarar hjá Ægi fimm ferðir á einum fjórðaplássi.
Tí eru helst útlit fyri fleiri medaljum í komandi kappingum hjá svimjarunum á 1. liði hjá Ægi, sum vanliga venja millum 5 og 7 ferðir um vikuna.

Góða eydnu!
 

Harleyfacadeacryl