Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjitíðindi: Ægir vann 5 gull, 3 silvur og 3 bronsu

John William Joensen

Tey ungu í Ægir eru á veg fram og næstseinasta vikuskiftið royndu tey seg í SUM í Vági

SUM (smáunglingameistarakappingini)  fyri børn í aldrinum frá 7 til 10 ár. (Bólkur 1 = 7-8 ár og Bólkur 2 = 9-10 ár).
Ægir fór suður til Vágs  við 22 svimjarum, tað gekk gott og vísti at nógvir ungir dugnaligur svimjarir eru í ÆGIR, framtíðin sær ljós út.
Ein svimjari hevur gjørt serliga vart við seg hetta vikuskiftið. Tað er Alvi Hjelm úr Svimjifelagnum Ægir úr Klaksvík. Hann setti tvey nýggj bólkamet í bólki 1. Annað metið setti hann á teininum 50 metrar frí. Tíðin var 0:38.33. Hitt metið setti hann á teininum 50 metrar rygg. Har var tíðin 0:45.34.
Annars kan nevnast at dreingirnir í bólki 1 vunnu ”Gull” í stafettini, genturnar í bólki 1 vunnu ”Silvur” í stafettini og genturnar í bólki 2 vunnu ”Silvur” í stafettini.

Undirtøkan fyri kappingini var góð, tí okkurt um 100 svimjarar úr øllum landinum luttóku, og øll tey átta feløgini vóru umboðað.

1. Reki vann kappingina, tey fingu í alt 12 gull, 15 silvur og 2 bronsu.

2. Nummar tvey var Vágs Svimjifelag við 7 gull, 5 silvur og 2 bronsu.

3. Á triðja plássi var Ægir við 5 gull, 3 silvur og 3 bronsu.

Flot var nummar fýra, Havnar Svimjifelag nummar fimm, Fuglafjarðar Svimjifelag var nummar seks, Tvøroyrar Svimjifelag nummar sjey og Skeggjar endaði á áttanda plássi hesaferð.