Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svínoy bjóðar til "hásummar" leygardagin

Oliver Joensen

Nú leygardagin 21. juni verður skipað fyri tiltakinum "Hásummar í Svínoy". Sagt verður úr Svínoy, at fyrireikingarnar av álvara eru farnar í gongd

Skráin fyri "Hásummar í Svínoy" sær soleiðis út:

"Svínoy Open" á rulluskoytumk. Sponsorar Gulin og Føroya bjór:
Kl. 11.00
1. Runt nýggjaveg
Kapping fyri børn og ung á rulluskoytum. Luttakararnir verða bólkaðir eftir kyni og aldri, sum gjørt verður í øðrum ítróttargreinum. skoytað verður einaferð runt nýggjaveg – teinurin er 1150 metrar. Kappingin verður skipað eftir "cup"-leistinum.
2. Forðaskoyting
Forðingar verða lagdar á útvaldan vegateig. Kappast verður uppá tíð.

Luttakarar melda seg til báðar kappingarnar í túninum við Klingrugarðin tá Másin er komin!

Kl. 16.00
Í fedranna sporum – Søguligur/Siðsøguligur gongutúrur gjøgnum bygdina. Óli á Geilini er frásøgumaður.

Kl. 18.00
Grillin verður tendrað uppi á fløtti við akkerið. Grillin verður til øll at brúka.

Kl. 22.00
Hugnaløta niðri Helluni. Felagssangur, Sámal Ravnsfjall luttekur. Hásummarrøða, Ólavur Waag Høgnesen frá Granskingardeplinum í Klaksvík og skipað verður eisini fyri Hásummarbáli á Helluni.

Kl. 00.30
Gongutúrur niðan á Keldufjall um veður og hugur er til tess.

Síðani verður sagt:
Kenna tit børn, sum koma at luttaka í rulluskoytakappingini, biðið tey taka hjálm og knæ/albogaverjur við.
Tykkum kunnugt er ongin handil á oynni. skúlabørnini arbeiða við at lata upp eina kiosk til vikuskiftið. Har verður eitt sindur av vanligum kioskvørum at fáa, sodavatn, slikk og franskar hotdogs til keyps, so langt sum tað røkkur. so gott er at hugsað um at hava okkurt við at grilla og mat annars.
Tilber at liggja í telti nærhendis skúlanum, um ein ikki hevur innivist ella bara hevur hug til tað. almennu wc’ini við dansistovuna verða sett í stand og vaskaði. Dansistovan og skúlin verða opin at leita sær inn í.
Vit arbeiða við at fáa M´sasn at sigla ein túr eftir midnátt leygarkvøldið og møguliga onkran eykatúr afturat, men enn vita vit onki. Vit vóna sjálvandi at fólk verða verðandi alt vikuskifti, tey, sum hava møguleika fyri tí.
Vit hava bílagt gott veður, so eftir er hjá okkum "svínoyingum" eftir fyrimuni at sýna blíðskap og verða í góðum hýri, soleiðis at dagurin og tiltøkini hepnast, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi til Norðlýsið.