icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SVÌNOY og FUGLOY mugu fáa nýtt skip til farleiðina skjótast

John William Joensen

Eg havi mangan hildið at vit suðringar hava latið ov nógv um okkum fari uttan at bitið nóg nógv frá okkum, hóast okkara temperament, men má ásannað at arðir tolnir útoyggjabúgvar eisini eru í hesum landið.

Nú hevur Másin verið á sleipistøð í Vági í nakrar vikur og má eg viðganga, at hetta skipið kunnu vit als ikki bjóða teimum sum ferðast til Svínoyar og Fugloyar ,- tíðin er snøgt sagt farin frá hesum skipið sum ivaleyst hevur verið gott og tænt fyri sítt breyð.

Nú vit hava sett út í kortið at gera eina Nólsoyarferju, vil eg mælað til, at vit kannað hjá meklarum sum selja ferjur og finnað eina hóskandi, góða ferju til Svínoyar- og Fulgoyarleiðina.
Tað finnast uttan ivað góð skip við fáum árum á baki sum høvdu verið væl egnað til hesa farleið.

Lat okkum fáa avseta neyðugu upphæddirnar av til hesi skip komandi og næstkomandi ár.

Johan Dahl
løgtingsmaður