Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SVÍNOYGGIN

Hannefía Joensen

Nú regnað negativar meiningar niður yvir ætlanirnar yviri í Havn, skrivar Bjarni Jacobsen

Aftaná at eysturoyartingmaðurin Torbjørn Jacobsen so hegnisliga legði eina ætlan fram á løgting um at menna Svínoynna við einum tunnli og einari atløgubryggju yviri í Havn; ein ætlan sum Svínoyar kommuna hevur søkt um síðani 1982, uttan svar, regnaðu negativar meiningar niður yvir prosjektið.

At norðoyatingmaðurin Jógvan við Keldu ikki skammast við sínum lunkutu, óvitandi útalilsum, skilji eg ikki. Tú gjørdi okkum eina tænastu at tagd. Og hinir norðoyatinglimirnir, sum ikki tóku orðið, liggja yvaleyst á sama støði. Til seinast í orðaskiftinum varð alt jarðað av Bjarna Djurholm, stuðlaður frá Landsverk.



Verkfrøðingarnir á Landsverk munnu halda seg vera klókari enn øll onnur menniskir á klótuni. Ella eru teir tað? Mær vitandi blómar øll faklig vitan út frá at brúka oyrir og eygur við sambandi við skilamenn. Og við einum sovornum prosjekti sum hesum, liggur sjálvandi tann besta vitanin á staðnum. Og eingin á Svínoynni sigur seg vera spurdan um nakað sum helst.



Hanus Olsen, verkfrøðingur, ættaður úr Svínoy, gjørdi eitt prosjekt fyri 5 árum síðani fyri kommununa. Tunnul og atløgubryggjan kostaðu 27,5mill.. Atløgubryggjan er á norðara endanum á Havnini. Á norðara endanum er lítið rák á eystfallinum, men kemur ein suður um Havnina á tað grunna, ”Havsbøll”, er nógv rák. Á vestfallinum er lítið rák inni við land, men tað er norðari endin, ið vit skulu brúka, sum Hanus teknaði.



Sambart Bjarna Djurholm hevur Landsverk kannað umstøðurnar í 3 ár. Hví hava teir ongantíð tosað við okkum, sum eru barnsføddir á staðnum? Hava búð har í mannaminnir, hava sitið omanfyri Havnina og fleyga lundar og eyggleitt rákið frá Urarók og suður um Havnina? Vit kundu sagt teimum alt. Ikki uppá 3 ár, men 3 tímar.



Villa prosjektið sum Landsverk hevur uppskot um við Eiði á Svínoynni, sigur okkum hvussu lítið teir kenna til lokalitetin. Ber tað til at gera eina havn har, skal brimgarðurin vera minst 20 metrar høgur. Eiði er eitt tað ringasta brimpláss í Føroyum. Brimættirnar eru frá vestan-upp í norðan og niður í eystan. Tað er jú hálvur sólargangur. Bert láættirnarog upp ímóti vestri kunnu brúkast við Eiði.



Tað frættist einaferð at Landsverk hevði sett eina streymboyu niður við Havnina. Eg spyrji hvar? Tað kann ikki gera tað sama hvar í boyan stendur. Eystfalli rekur nevniliga dupult so hart sunnanfyri Havnina sum norðanfyri. Eg havi sitið omanfyri Havnina og eyggleitt lundar og annan fugl á sjónum frá Urarók, einar 500m norðanfyri Havnina, eitt pláss sum var nógv silgt uppá um vetrarnar við Imanuel, tá ið brim var alla aðrastaðni. Fuglurin á sjónum rekur ikki skjótari við norðara enda á Havnini enn við Urarók. Á Urarók havi eg lent hundratalsferðir við árabáti uttan at tað hevur verið neyðugt at tikið fyrilit til streym. Eg trúgvi at rákið norðanfyri Havnina, inni við land, er nakað sum við Oyragjógv.



Meðan Bjarni Djurholm hevur sitið sum landstýrismaður er bara gingið eftir reyv við Svínoynni. Bara skuffilsir aftaná skuffilsir. Menniskja støðist sum kunnugt ikki uttan vón.



Hann hevur so oftani havt á orði at polittikarnir skulu seta rammir, meðan intiativið skal koma av staðnum. Tað nyttar einki at seta nakrar rammur, sum ikki kunnu brúkast og ei minni at kroysta nakað útyvir nøkur menniskir, sum ikki vilja hava tað. Her má kollveltandi broyting koma í. Vit hava bert eitt ynski og tað er tunnil við atløgubryggju. Hettar er ein lítil íløga fyri landi. Eg síggi nógvar møguleikar í Svínoynni, og Føroyar verður eitt nógv ríkari land. Vit hava bara ikki ráð til at lata Svínoynna eisini fara fyri skutil. Hettar er eingin prioriteringsspurningur.



Sum støðan er nú, seta vit okkara vón til at tjóveldisflokkurin kemur frammat aftur at stýra landinum og at Torbjørn Jacobsen verður vinnumálaráharri. Setið so beinanvegin 50mill. av til Svínoynna. Bið Hanus Olsen standa fyri prosjektinum, sum hann sjálvur hevur gjørt. So eri eg vísur í at hann klárar at keypa okkum eina ferju fyri peningin sum leypur av. Útoyggjamenn bera ikki orð fyri at oyðsla við peningi.



Tá ið vit hoyra Bjarna Djurholm varpa út av tingsins røðarapalli um allar milliardirnar í brúkast skulu at gera tunnlar og vegir, bara fyri at koma nakrar minuttir fyrri til Tórshavn, so yvist eg í um vit liva í sama landi.



Svínoyggin kemur at mennast aftur tá ið tey røttu fólkini koma framat at stýrinum í hesum landi. Fólk sum handla, vilja og føla nakað fyri oynni. Harmuligt er at teir, sum hava fingið okkara atkvøður øll hesu ár, hava misrøkt okkara álit á teir so dyggiliga, at eg kann ikki trúgva at nakar svínoyingur velur teir aftur.



Svínoy, 25. marts 2007

Bjarni Jacobsen