Vestmannafólk høvdu innivist í SEV húsunum á Strond, og tey brúktu høvið at svimja á sjónum, sum tey gera dagliga.
Sussi á Rógvi hittu vit á máli norðuri á Strond, tá vit høvdu fingið eina áheitan um at møta upp við myndatóli.
Jú, vit svimja hvønn dag, sigur Sussi. Sjálvandi, nú hava vit ikki svomið so leingi, vit byrjaðu fyrr í ár og nú vit hava gjørt ein lista yvir luttakararnar, so eru yvir 40 nøvn á luttakaralistanum, spennandi verður so at síggja hvussu nógvar fara at hanga við.
Hetta eru kvinnur í aldrinum frá 20unum upp til 60árini.
Sum sæst á myndunum, so lupu bæði menn og børn útí saman við kvinnunum.




