Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Syrgilig tíðindi úr Havnadali

Oliver Joensen

Eini 35.000 smolt, sum Sílaveiðufelagið hevur havt gangandi í nýggja bygninginum doyðu leygardagin.

Føroya Sílaveiðufelag hevur verið fyri stórum bakkasti. Í nýggju høllini hevur felagið havt eini 40.000 smolt gangandi. leygardagin hendi eitthvørt óhapp við vatnveitingini úr vatngoymsluni hjá kommununi og úrslitið var at umleið 35.000 smolt lógu við búkinum upp leygarmorgunin.
Formaðurin Johan Svensson váttar fyri Norðlýsinum óhugnaliga óhappið. Johan sigur, at maðurin, ið hevði vakt hevði sum fyriskrivað verið í høllini fríggjadagin og tá var alt sum vanligt. Men tá hann kom aftur leygardagin var óhappið hent.
Mest sannlíkt er, sigur Jóhan, at ísur hevur verið á vatninum í byrgingini og at tá tað er byrjað at táðna er ísur rikin oman ímóti byrgingini sjálvari og pettir av ísinum hava tippt fyri vatnveitingina til høllina hjá Sílaveiðufelagnum.
Smoltini sum nú eru farin fyri skeytið eru tvey ára gomul og skuldu setast út til várs. Tað eydnaðist tó at bjarga umleið 4-5000 av hesum tvey ára gomlu smoltunum. Úrslitið verður at nærum onki smolt verður sett út í ár. Uppá fyrispurning okkara hvønn týdning hetta hevur peningaliga, sigur Jóhan Svensson, formaður, at vanliga roknar ein við at eitt tvey ára gamalt smolt stendur í umleið 8 krónum, so hetta er ein dyggur smeitur fyri okkum.

Harleywoodpaint