Tvey børn, ein drongur, 6 ára gamalur og ein genta 7 ára gomul druknaðu í ósánum í Lambabyrgi á Tvøroyri ímorgun.
Politiið á Tvøroyri sigur, at kl. 11.40 ímorgun fingu teir fráboðan um at tvey børn vóru dottin í ánna við plantaguna á Tvøroyri.
Politi, bjargingarlið og ambulansar fóru beinanvegin á staðið. Áarføri var, og hartil var vatnið í ánnið sera myrkt av áarførinum, so hóast leitað var oman við ánni, vóru børnini ikki funnin fyrr enn umleið ein tíma seinni, flótandi í Ósánum í Lambabyrgi. Hóast arbeitt bleiv uppá børnini leingi, eydnaðist ikki at fáa lív í tey aftur.




