Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Syskinabarnið Poul Nolsøe Laksafoss

Jan Klein

Føddur 1. august 1953 og andaðist 12. juli 2019

Poul Nolsøe var føddur 1 august 1953. Sjálvur eri eg føddur sama ár og 24 august. So bert 24 dagar eru í millum okkum. Og mamma Poul Nolsøe, – Dinna – og mamma vóru systrar
Vit koma at fylgjast frá tí eg var føddur og frá tí eg kann minnast hava vit fylgds saman, til vit vóru um 17 ára gamlir. Øll barna árini vóru vit saman. Komu at ganga í sama klassa í barnaskúlanum og komu at vaksa upp saman á Biskupstøð. Vóru til skips saman, sum 15 ára gamlar. Poul Nolsoe fór úr skúlanum í sjeynda klassa. Hann fór til skips fyrstu fer við Kletti.

Vit fóru til skips saman við Stellu Kristinu, tann 11 novembur 1968. Pápi Poul Nolsøe var ein av eigarunum og skipari. Vit silgdu har umborð saman í eini 3 ár. Tá skiltist okkara leiðir, men vit hava havt samband øll hesi mongu árini og serliga dagarnar 1 august og 24 august og hava vit ringt hvønn anna upp, óansæð, hvar í verðini vit hava verið. Nú nærkast 1 august, men eg kann ikki ringja til tin Poul Nolsøe, tí har er onki telefonsamband har tú ert nú. Men eg havi samband við Himmalin, har mítt elskaða syskinabarn er, so eg kann nýta tað sambandið.

 

Um barnaárini á Biskupstøð kundi verði sagt so ómetaliga nógv um, men tað er ikki pláss her. Eini undurfull ár. Biskupstøðplenin, – sum hon kallaðist millum okkum børn – var í millum húsin hjá Dávur og Børga. Har gingu dagarnar við fótbólti og Børge var trenari og dómari hjá okkum. Prestagarðurin hjá Jóhan Nielsen, har vit spældi ”cowboy og indianarar”. Og ikki gloyma Betesda, sum lá beint niðanfrá Biskupstøðbrúnni.

So var tað fjøran og Biskupstøðbrúgvin. Har var nógv tíð brúkt og ikki at gloyma alla rennisjógvin sum var har á sandinum, har vit høvdi til frægt, at renna undan, tá ið sjógvurin kom inn aftur. Eitt navn í ikki kann gloymast, er ”Fossur”, áttamannafarið hjá abba tínum, sum kallaðist Pól Laksafoss. Hann hevði neyst beint við Biskupstøðbrúnna. Har fóru nógvir tímar, tí Poul Nolsøe, slepp ógvuliga tíðaliga, at stima við Fossi og eg slapp mangan stimitúr við honum. Vit báðir vóru eisini ofta á Galvunum eftir seiði við Pól Laksafoss og eisini eftir gággum.
Vit møttust aftur í Grønlandið, tá ið fyrsti Qippoggaq kom til Grønlands, Ein trolari appá 120 føtur, heimahoyrandi í Maniitsoq og har eg sjálvur búði. Hallur, – pápi Poul Nolsøe – var skipari. Hetta var um 1980. Poul Nolsøe var maskinmeistari.
Tú var so góður at koma til. Altíð positivur. Tú var so altvitandi og dugdi so væl at siga tað. Tín verimáti, var so stillur.
Tað kundi verði skriva so nógv. Men nú er hetta bara minnir, men góð og dýrabar minnir, um eitt elskað syskinabarn, sum eg minnist við gleði.
1 august hevði tú blívi 66 ár og sum ein stoltur KÍ-ari, ið tú var,so fylli eg 66 nú 24 august, sama dag sum KÍ, okkara barndómsfelag.
Tú ert farin heim Poul Nolsøe, har mamma tín og pápi tín longu eru. Pouls Nolsøe er komin yvirum Fjørðin. Man kann siga í myndatalu, at tú ert komin at Biskupstøðbrúnni, við tínum elskaða ”Fossi”. Har stóð Harrin Jesus og tók ímóti tær og beyð tær vælkomnan heim og aftan fyri Harran Jesus, stóð Dinna og Hallur og tóku ímóti tær. Vit síggjast Poul Nolsøe. Tú ert har uppi, frískur og eygi tíni síggja.

Jórun, Bogi og Rógvi, svigerdøtrarnar Anja og Sanna og ikki at gloyma abbabørnini og syskini Sigrun,Jóhann og Árni, tit búðu øll so djúpt í hjartanum hjá Poul Nolsøe. Harrin styrki tykkum og má Hann veita ugga, í hesu tungu tíð fyri framman.
Æra verið minni um mítt elskaða syskinabarn, Poul Nolsøe Laksafoss.

Jan Klein