Tað kemur fram í innanhýsis skrivi “Ny organisations- og ledelsesstruktur for Politet på Færøerne” sum Fútin hevur undirskrivað tann 13. februar 2009. Spurningurin er um Fútin hevur logið fyri landsstýrinum.
Tað er løgtingslimurin hjá Miðflokkinum, Karsten Hansen, sum hevur fingið fatur á skrivi har fútin greiður frá ætlaðu broytingunum sum verða framdar hjá føroysku løgregluni.
Broytingarnar eru sera umfatandi og sum Norðlýsið skilir er talan um sentalisering av bæði fólki og valdi.
Sýslumenninir sigast úr starvi
Í samband við “Nybesættelsen av lederstillingerne” verða leiðandi størvini í føroysku løgregluni lýst leys longu í hesum mánaðinum. Øll størvini skulu verða sett við nýggum treytum í seinasta lagið í juni/juli mánaða í ár.
Tveir nýggir sentralir maktpersónar skullu setast í starv sum ávíkavist “chefpolitiinspektør og administrationschef” pr. 1. Mai 2009.
Nýggju leiðarastørvini í føroysku løgregluni verða færri og í niðurstøðuni hjá fútanum er umráðandi at tey verða sett “uden egentlig geografisk afgrænsning til et bestemt tjenestested”.
Starvið sum Sýslumaður verður niðurlagt í verðandi líki og ístaðin fáa vit trý økisleiðarastørv í trimum sýslum: Distrikt 1 – Miðøki, Distrikt 2 – Norðurøki og Distrikt 3 – Suðurøki.
Sostat verða Sýslumenninir í Eysturoynni og Norðoyggum uppsagdir og noyðast at søkja samanlagda starvið av nýggum. Bara annar kann fáa nýggja leiðarastarvið og tann sum ikki fær starvið verður degraderaður eina grad og settur í annað starv – men varðveitur tó verandi lønarstig.
Sýslumenninir í dag virkað beinleiðis undir fútanum. Haraftuat hava teir aðrar almennar skyldur sum fútin als onga ávirkan hevur á.
Nýggju økisleiðararnir verða settir niður í tygn og verða tríggjar gradir niðanfyri fútan og reportera ikki longur til fútan.
Myndugleikin – sum í dag fyri stóran part liggur hjá Sýslumonnunum verður fluttur til vaktsentalin, sum harvið kemur at stýra øllum “beredskabi” frá politistøðini í Havn.
Hevur fútin logið fyri landsstýrinum?
Tann 19. februar 2009 svarar Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum, einum fyrispurningi í løgtinginum, sum varð reistur av norðoyatingmanninum Karsten Hansen.
Í svarinum sigur landsstýriskvinnan at hon á fundi við fútan fyri kortum var kunnað um at ongin broyting verður gjørd í sýslumannsskipanini.
Á fundinum hevði fútin lova landsstýriskvinnuni at broytingar vóru ikki gjørdar í sýslumannsskipanini og at fútin fór at kunnað landsstýri og t.d. kommufeløgini, tá endalig avgerð var tikin.
Tann 13. februar svarar danski innlendisráðharrin, Brian Mikkelsen, einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, í Fólkatingunum, har hann m.a. greiður frá at tað frameftir verða trý politiøki í Føroyum.
Í svarinum hjá landsstýriskvinnuni í Innlendismálum verður sagt at løgreglan í Føroyum er ikki partur av politireforminum í Danmark.
MEN sambært innanhýsis skrivi frá fútanum – dagfest tann 13. februar skrivar fútin soleiðis:
– Baggrunden for projektet er, at Færøernes politi har besluttet at foretage en strukturændring med udgangspunkt i principperne i politireformen i Danmark.
Nýggja skipanin fyri politiið í Føroyum er niðurskrivað í einum skjali, sum er einar 20 A4 síður og sum higartil bert hevur verið kent av ovastu leiðsluni innan politiið í Føroyum.
Eftir at Annika Olsen – hevði svara fyrispurninginum hjá Karsten Hansen í løgtinginum hevur onkur sent brævbjálvan við skjølunum, sum vísa ætlaðu broytingunum hjá fútanum, til løgtingsmannin hjá Miðflokkinum.
Skjølini vísa greitt at Fútin hevur eina lidna ætlan, sum hvørki føroyskir myndugleikar ella sýslumenninir í Føroyum eru vitandi um.
Meira seinri.




