Eitt sum var heilt serligt í ár, er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku.
Tíðindaskriv:
Stóra familjutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag hevur verið um vikuskiftið og barnsligar sálir høvdu møguleikan at hitta alskyns djórasløg í hugnaliga umhvørvinum hjá ríðifelagnum úti í Havnardali.
Nógv fólk vóru á økinum í gjár.
Eitt sum var heilt serligt í ár, er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku.
Sera nógv boð vóru komin inn og varð vinnaranavnið avdúkað kl. 18 í gjár, tá Djóradagar endaðu við einari stórari rossaframsýning.
Vinningurin vóru atgongumerkir til Djóradagar 2017 og ein ríðitúrur á tí sera fryntligu ryssuni Evu.
Vit hava enn ikki fingið kunning um, hvat navnið bleiv.




