Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Systrarnar Ljósstein til Stjørnuna

John William Joensen

Stjørnan hevur í dag gjørt avtalu við Anniku og Durithu Ljósstein sum er galdandi fyri alt kappingarárið.

Annika hevur verði við Neistanum og Duritha hevur spælt við Stjørnuni – men tað hevur leingi ljóða at báðar vóru á veg Tjaldur.

Men í dag hevur Stjørnan fingið avtalu við systrarnar.

– Eg eri sera fegin um at avtalan er komin í hús og leikarahópurin sær sera góður út og sjálvandi hava vit tí eisini góðar vónir til kappingina, sigur Kristoffur Ragnarson, formaður í Stjørnuni í stuttari viðmerking.

Annars spældu Stjørnan og Tjaldur ein venjin gardyst í høllini í Runavík í dag og Stjørnan vann 40- 33.