Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

T Í Ð I N D A S K R I V: Heldur leiðbeining enn bann

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í dag handaði arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, álit um endurskoðan av virkseminum hjá Filmseftirlitinum.

Meginsjónarmiðið hjá arbeiðsbólkinum, ið hevur havt til uppgávu at endurskoða Filmseftirlitið, er, at Filmseftirlitið heldur skal hava eina leiðbeiningar- og filmsflokkingarskyldu heldur enn, at tað sum í dag sensurerar og bannar filmar.

Arbeiðsbólkurin, sum fór til verka í februar í ár, hevur í dag, 9. oktober 2006, handað landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, álitið um endurskoðan av virksemi Filmseftirlitsins. Í álitinum verður ført fram, at lógin um Filmseftirlitið, ið enn er í gildi, er ótíðarhóskandi, men arbeiðsbólkurin mælir samstundis frá at avtaka Filmseftirlitið uttan at seta nakað annað ístaðin.

Okkara grannalond hava eisini dagført, endurskoðað og broytt teirra virksemi á økinum hesi seinastu árini, tó uttan at hava heilt slept umsjónini á økinum; øll hava stovnar ella ráð, ið hava til uppgávu at aldursflokka filmar og upplýsa og ráðgeva um miðlar sum heild. Arbeiðsbólkurin metir tí ikki, at Føroyar, sum einasta land í Norðurlondum eigur at frásiga sær ábyrgd innan miðlaøkið. Ábyrgdin verður tó í stóran mun løgd út til tey, ið varða av verndini av børnum og ungum, og her er ætlanin, at Filmseftirlitið, ella nýggja Miðlaráðið, um uppskotið fær undirtøku, fær til uppgávu at veita leiðbeining og kunning til avvarðandi, herundir eisini beinleiðis til børn og ung.

Til ber at lesa Álitið á heimasíðu Mentamálaráðsins, www.mmr.fo (sí undir mentan  útgávur)