Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá aðalfundur í ÍSF bjargaði HB frá niðurflyting

Norðlýsið

Tað var beiskur biti at slúka tá KÍ flutti niður og tað sostatt er ein sannroynd at HB er einasta felag sum øll árini hevur verið umboða í fremstu føroysku deildini. Men hyggja vit í søgubókina ”Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” 2. bind, sæst at í 1957 bjargaði aðalfundurin hjá ÍSF Havnar Bóltfelag undan niðurflyting.

Tað var beiskur biti at slúka tá KÍ flutti niður og tað sostatt er ein sannroynd at HB er einasta felag sum øll árini hevur verið umboða í fremstu føroysku deildini. Men hyggja vit í søgubókina ”Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” 2. Bind, sæst at í 1957 bjargaði aðalfundurin hjá ÍSF Havnar Bóltfelag undan niðurflyting.

Hetta árið endaði HB niðast við 5 stigum. Tað var nevniliga soleiðis at leiðslan í ÍSF var fyri at royna eina skipan við upp og niðurflyting millum deildir sum var roynd nøkur ár frammanundan. Men hetta fekk ikki undirtøku á aðalfundinum hjá ÍSF og hevði hon tað, hevði HB flutt niður í 1957 og leikt í 2. Deild kappingarárið 1958.

————

NORÐLÝSIÐ Í HVØRT HÚS Í NORÐOYGGJUM 22. oktober!!!

Leygardagin 18. oktober seta KÍ-kvinnurnar heimsmet tá tær vinna sítt 15. Føroyameistaraheitið. Í hesum sambandi kemur Norðlýsið út við einum serblað har evni er avrikið hjá KÍ kvinnunum

Seinasta freist at koma við lýsingum og øðrum tilfarið fríggjadagin 17. oktober og blaðið verður borið út mikudagin 22. oktober.

Lýsingaprísir:

1/1 síða kr. 4.900,-

½ síða kr. 3.000,-

¼ síða kr. 1.600,-

Tilboð 1/9 síða kr. 800,- (82mm X 115mm)

ALT uttan MVG

vh

John William Joensen

Norðlýsið

tlf 229682