Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá bílig kinesisk arbeiðsmegi fíggjaði uppboðsølu hjá Framsókn, Javnaðar- og Sambandsflokkinum

John William Joensen

Í 2011 avgjørdi sonevnda Makrel samgongan at stórur partur av makreltilfeinginum skuldi bjóðast út á almennari uppboðsølu. Endin var at størsti parturin av tí sum bleiv bjóða úr endaði á útlendskum hondum, hóast tað á papírinum vóru føroyingar sum keyptu og fiskaðu. Makrelsamgongan syrgdi eisini fyri at eingin eftirmeting av uppboðsøluni varð gjørd – man vildi ikki at nakað skuldi koma fram av tí sum veruliga hendi úti á makrelfeltinum. Í dag hálovað somu politikarar og búskaparfrøðingar uppboðsølu av fiskiloyvum. Hendan søgan stóð í Norðlýsinum 15. September 2011.

Í 2011 avgjørdi sonevnda Makrel samgongan at stórur partur av makreltilfeinginum skuldi bjóðast út á almennari uppboðsølu. Endin var at størsti parturin av tí sum bleiv bjóða úr endaði á útlendskum hondum, hóast tað á papírinum vóru føroyingar sum keyptu og fiskaðu. Makrelsamgongan syrgdi eisini fyri at eingin eftirmeting av uppboðsøluni  varð gjørd – man vildi ikki at nakað skuldi koma fram av tí sum veruliga hendi úti á makrelfeltinum. Í dag hálovað somu politikarar og búskaparfrøðingar uppboðsølu av fiskiloyvum.  Hendan søgan stóð í Norðlýsinum 15. September 2011.

Eins og sagt var í 2011 var ein av høvuðsgrundgevingunum at selja fiskiloyvi um uppboðsøluna at ávísir búskaparfrøðingar søgdu at tey dugnaligastu vinnufólkini fóru at verða sterkast at bjóða á eini uppboðsølu av fiskiloyvum. Hetta vísti seg at verða skeivt, tí tað vóru tey sum høvdu lættast atgongd til pengar ið vóru sterkast – nevniligar útlendingar. Hóast ein reint føroysk fyritøka á Skálafjørðinum stóð fyri keypinum so var alt fíggja við útlendskum kapitali. Grundarlagið undir uppboðsøluni, sum m.a. Framsókn og Javnaðarflokkurin og partar av Sambandsflokkinum framvegis mæla til, vóru kinesiskir arbeiðsmenn sum arbeiddu sum trælir í føroyskum sjóøkið. Í dag eru hesir menn gloymdir og uppboðssølan verður av framstandandi búskaparfrøðingum brúkt sum eitt alternativ til verandi skipan.

Grundgevingarnar eru júst tær somu, sum tá uppboðsølan varð fíggjað av kinverskum trælum.

Vit endurprenta grein sum bretskur sjournalistur skrivaði fyri Norðlýsið:

Mr. Wang 41 ár Sjómaður umborð á Lafayette úr Lai Xi í Quingdao Kina. Hann hevur verið 20 av sínum 41 árum til skips, arbeitt eitt ár umborð og so 3 mánaðir í landi.

Løn 12.000 kr. um mánaðin

Rindar sjálvur ferðaútreiðslur – Tíggjunda hvønn dag kann hann ringja heim til familjuna, men hann má gjalda 5 kr fyri min.

Bretstkur fotografur, Christian Petersen, fór út í Norðuratlantin við fimm kinesiskum arbeiðs- monnum, út á verðins størsta verksmiðjuskip, Lafayette. Hetta fekk hann burturúr:

Tá Hong Kong firmaið Pacific Andes Ltd. sjósetti flaggskipið, sum hevði kostað 100 milliónir$ , hetta ovurstóra verksmið- juskipið Lafayette seint í 2009, var teirra ætlan at útvega eina ovurhonds rúmd at lagra og viðgera fisk á havinum, at arbeiða tað sama sum sjey vanlig skip og samstundis spara stóra mongd av olju og útvega arbeiði til einar 300 mans. Tað var nógv gjørt burtur úr tølunum:

228 metur langt, kann frysta 1500 tons av fiski um døgnið í 32 tangum, tær fíra frystilastirnar rúma 14.000 plattar av fiski við ÷26 stig Celsius. Fyrrverandi tangabáturin var útgjørdur við skriðtryggum dekki og 12 elektriskum gaflatrukkum at flyta plattarnar á og av skipinum. Lafayette kann við trimum pumpustøðum gera, at tað at fara aftur til lands hjá skipum at landa er ein farin tíð, ikki neyðugt at liggja óvirkin við kaj, men heldur koma á bakborðs síðu á Lafayette og landa fongin. Málið var at víðka lutin í mark- naðinum hjá fyritøkuni við eini árligari ætlaðari framleiðslu upp á 300.000 tons. Tvær ferðir so nógv sum árliga verður etið í Hong Kong. Pacific Andes hevur eisini ment sína verksmiðju á landi, sum nú kann framleiða 60.000 tons árliga. Pacific Andes hevur eisini gjørt ein stuttan videofilm at greiða frá fyrimununum við Lafayette og hennara áhugaverdu hagtøl. Men ongastaðni millum øll hesi hagtøl hjá Lafayette og í orðaskiftinum um verksmiðjuskip í verðini finst nakað um tað mest avgerandi – manningina.

Summarið 2011 fór eg saman við 5 kinesiskum arbeiðarum við á teirra ferð úr Klaksvík og norður um Føroyar út á Lafayette. Ferðin tók 10 tímar. Eftir teirra frágreiðing byrjaði eg at gera mær eina mynd av, hvussu tað mundi vera umborð á hesum skipi, sum eins og manningin, ongantíð kom í havn.

Tá hann kemur umborð, fer hann beinleiðis í kahúttina og eg síggi hann ikki aftur. Eg veit, at vit skulu taka tveir innaftur við. Dekkið er vátt av sjó- roki á lítla bátinum, og Alfa Pilot duffar fram við borðinum á hesum øgiliga verksmiðjuskipi. Tað eru bert hesi trý skipini her í Norðatlantinum. Vit eru tey einastu í fleiri sjómílum av havi, eitt loyndar- fult møti á einum rættiliga avbyrgdum gráum sjóøki. Tað er midnátt, tað er hásummar og enn ljóst.

Vit eru her at seta av 5 kinesiskar arbeiðsmenn av í verðins stórsta verksmiðjuskip, Lafayette. Teir eru komnir við taxa av flogvøllinum; á viðførinum er enn merkiseðilin frá flogfelagnum, og kinesararnir fara beina leið umborð á bátin. Teir síggja heldur tristir út, klæddir í summarklæði, sum eg meti eru gjørd á tí verksmiðjuni, teir beint nú er farnir frá fyri at fáa teirra útkomu her fleiri túsund míl burtur.

Báturin sveiggjar aftur og fram. Eg royni at skora meg í eitt horn, og undir mær liggur ein tunnur kinesari um tríati ár, tigandi. Klæðini sita væl á honum, og vit eru langt úti á stóra havinum. Eg spyrji hann, hvussu hann eitur, men eg varnist beinanvegin, at hann dugir ikki enskt. Eingin teirra tosar enskt nakað serliga væl, og føroyskt duga teir so als ikki. Hvussu kann hann so gera arbeiði umborð, har hann arbeiðir internationalt í einum verksmiðjuskipi langt úti í stóra havinum og bert dugir kinesiskt, spyrji eg meg sjálvan. Hvussu við: STOP, LEFT, RIGHT, FISH, WAGES, HELP?

Leiðarin fyri hesar 5 menninar er Mr. Wang. Hann er 41 ára gamal við einum vinsælum, rundum andliti. Hann hevur verið 20 av sínum 41 árum til skips, arbeitt eitt ár umborð og so 3 mánaðir í landi. Hetta er rútman, sum hevur fylgt honum higartil í lívi- num, 12 mánaðir burtur so eftirfylgjandi 3 mánaðir. Hann er frá Lai Xi í Quingdao, og hann sigur mær, hvar hann hevur verið í verðini og spyr meg, hvussu nógv mín flogferð til Føroyar kostaði; tí teir hava júst nú flogið úr Spania. At flyta frá einum skipi til annað so mugu teir sjálvir gjalda ferðina; teir vóru komnir til Spania eftir at hava arbeitt umborð á einum farmaskipi í Afrika, nær Mauritania. Teir hava klæðir til at arbeiði í “varmanum”. Flestu teirra ganga í heilt hvítum hosum, langbuksum og summarjakka. Yngsti teirra hevur mótafrisyru og er klæddur sum ein kinesisk poppstjørna og sær mest út sum ein teanager.

Mr. Wang var frá 1999 til 2008 í Argentina og fiskaði Haki og frá 1991 til 1999 hjá russarum í Okhotska Havinum. Haki, eisini ken- dur sum Blue Grenadier, er ein fiskur, sum nógv ósemja hevur verið um og er næstan niðurfiskaður. Haki er stóri parturin av teimum “fish sticks” og fiska burgarum, sum vit eta í vestur- heiminum. Okkurt um 15% av globala fiskakeypinum hjá McDonald er Haki. Í 2010 setti Greenpeace Haki á “reyða listan” , sum sigur brúkarum frá, at fiskurin, tey keypa, uttan iva stavar frá ikki burðardyggum fiskiskapi. Hesin fiskiskapur er vandamikil. Í 2009 sótu tríggir trolarar og eitt frystiskip, sum fiskaðu í russiskum sjógvi í Okhotska havinum, fastir í ísinum. Meira enn 400 mans vóru strandaðir har. Eg hugsi um skravið av ísinum móti stá- linum, og so um ræðslan fyri at søkka undir ísin, sum ein steinur gjøgnum ein frystan hyl.

Mr Wang hevur ein 13 ára gamlan son. Hann droymir um at gerast hermaður. Tann dreymin hevði Mr. Wang eisini. Konan arbeiðir í eini sølumiðstøð og pápi hansara er bóndi. Í Quingdao arbeiða flestu fólkini á verksmiðjum, sum framleiða klæðir, matvørur ella bilar. Eitt gott arbeiði kann geva 3004$ um mánaðin. Sum royndur sjómaður kanst tú við skipi vinna 2000$ um mánaðin. Hann var trý ár í sjómansskúla og fekk at vita, at um tú ætlaði at vinna nógvan pening, so skuldi tú fara við stórum skipi, sum virkaði langt burtur úr Kina. Eg spyrji hann um sambandi við familjuna og um tey møtast ´kajuni ella á flogvøllinum, tá hann kemur heim. Tað kemur fyri, sigur hann. Tíggjunda hvønn dag kann hann ringja heim frá skipinum, men hann má gjalda 1$ fyri minuttin. Skiparin hevur internet, men hann og restin av manningini hevur ikki, so hann kann ikki skriva heim so ofta, sum hann kundi ynskt. Tá hann kemur heim, kemur familjan ímóti honum, og so byrja teir 3 mánaðirnir, tá hann plagar at fara við familjuni út úr býnum at halda frí.

Yo Nai Hao fnisar, tá eg tosi við hann. Hann hyggur niður og vil ikki hyggja meg í eyguni. Viðhvørt tosar onkur av hinum fyri hann, men eg veit ikki, hvussu ofta tað hendir.

Hann er 24 ár og hevur verið sjómaður síðani 2009. Hann er frísut kliptur sum ein teenagerri við laptop. Hóast báturin rullar illa, so tekur hann sín laptop fram og spælir kinesiskan popp tónleik. Mr. Wang rópar upp um motorlarmin og sigur, at ungi maðurin er fjeppari av hip hop og smílist eins og ein pápi móti soni sínum. Tónleikurin, sum blæsur út úr hansara lap- top er ein undarlig blanding av amerikanskum hip hop og kinesiskari popp mentan. Hetta er hansara einasti fylgisveinur, meðan hann er umborð á Lafayette, og menninir savnast um hetta tólið sum børn rundan um videogames. Eg leggi merki til, at “keybordið” er dekkað við einum verjandi plastikki. Teir vilja tryggja tólið sum frægast.

Eg biði Mr. Wang um at hjálpa mær við at umseta. Hann tosar ofta “fyri unga mannin.” Yu dámar games, serliga games við nóg- vari skjóting, gjørd í Korea. Tónleikurin er broyttur til eitt “Crazy Frog song” við einum video, sum er ein animerað mynd av einum froski, sum søkkur niður á botn í havinum og finnur okkurt slag av einum “robot Atlantis”. Her arbeiðir hann við eini pipeline og dansar við robottinum á havsins botni. Ikki uttan symbolikk. Tað drønar úr laptoppinum og hann sveiggjar aftur og fram eins og rullið av bátinum. Motorarnir ristast undir okkum, og Yu starir at skýggjanum sum ein smá- drongur. Hesin barnsligi atburðurin og plastikk góðskan í laptoppinum við havalduni sum bak- teppi er ørkymlandi.

Mr. Wang rópar upp um motorlarmin og greiðir mær frá, hvørjum Yu hevði dámt. Hann vil finna sær eitt fitt konufólk, giftast, keypa hús og bil, men eg eri ikki so vísur í, at tað fer at eydnast. Yu hyggur fjart frá sær, púra óvitandi um, at Mr. Wang tosar um og fyri hann. Yu ánar ikki, hvat eg tosi um og fer upp í stýrhúsið at stara út á hav. Eg biði Mr. Wang spyrja hann, hvørjar dreymir hann hevði, tá hann gekk í skúla. Hesin drongurin hevur hugflog og er klárt øðrvísi enn hinir. Ein av manningini, sum hevur sovið, strekkir armarnar og strýkur eymliga Yu eftir nakkahárinum, opnar eyguni og starir at mær, meðan hann ger hetta. Eg spyrji aftur um dreymin, og hesa ferð svarar Mr. Wang vegna Yu: “Tá hann var ungur ætlaði hann at gerast sjómaður og skipari.”

Teir fimm kinesisku ferðamenninir fara av umborð á Lafayette og tveir mans koma viðaftur. Yvir av mær situr ein vælbygdur føroyskur sjómaður í 50unum. Hann er tætt- kliptur og hevur skegg. Hann hevur himmalblá eygu og sær heldur tung- lyntur út. Hann sigur mær, at pápin er deyður, so hann fer heim at fylgja. Hann er ættaður úr Sandoy. Vit settu hann av tíðliga um morgunin, og hann rætti mær hondina og segði farvæl. Hann tjenar meira enn kinesararnir umborð, nógv meira, men hvussu er við føroyingunum sum arbeiða á verksmiðjunum á landi? Tað er klárt, at meðan verksmiðjuskip sum Lafayette geva arbeiði til nøkur, so taka tey eisini frá øðrum.

Tað fara at ganga minst nýggju tímar, áðrenn vit koma á slætt vatn. Hann hevur øtlað vindin, so báturin sleingist úr borði í borð. Skiparin heldur fastari um róðrið, hann er 73 og hevur verið á sjónum alt sítt vaksna lív. Ungi maðurin, sum er við honum, er í 50unum og er sjómaður av og á, og hann tekst við okkurt uppi á dekkinum, hóast aldurnar gerast størri og størri.

Hin ferðamaðurin, sum kemur við okkum, er kinesari. Tá hann sær mín matpakka, fer hann at spýggja. Hann hevur sjóverk og andlitið er sum eitt lak. Hann roynir at koma inn á WC, men báturin fær ein skvamp og wc kemur í móti honum, áðrenn hann hevur flutt seg og fær høvdið niður í vaskið.

Nakrar tímar seinni liggur hann enn og hevur sjóverk. Hann er ikki til sjógvin, hann skuldi heldur verið leiðari av eini sølubúð í Kina, hann skuldi ikki verið so langt heimanífrá. Við pappíri og penni royna vit at “tosa” saman. Hann eitur Sun Xing, er 31 ár og kemur frá Sandong, Qingdao, í Kina. Hann hevur verið á sjónum nú í seks mánaðir, hann var við Lafayette í 2009. Tey eru fýra systkin, eina av beiggjunum er truckførari og koyrir um alt Kina við frakt.

Pápin og mamman eru á lívi, og pápin er lærari, meðan mamman hevur arbeiði at fóðra alifisk. Hann vil hjálpa pápanum at keypa eini hús. Hetta er ein sera einfald samrøða, men tá eg hyggi at honum, so kann eg ikki lata vera við at hugsa, at tað, sum er skeivt við Sun Xing, er, at hann er so einsamallur, ikki sjúkur. Honum dámar ikki at vera úti á stóra havinum í eitt ár, hóast hann vinnur meira pengar við at gera tað. Andlitið er tunglynt, og hann sær út sum ein, sum er troyttur av, at ein ungur maður er dømdur til bert at síggja fyri sær eitt lív við hørðum arbeiði.

Føroyski sjómaðurin hevur tár í eygunum. Tey hvørva ikki, so í staðin fer hann og opnar hurðina út. Tað hoyrist frá brotum og vindi uttanfyri, hann starir út í fyrruna. Eg hyggi at rygginum á honum, og eg hugsi mær hann sum drongur. Seinni sovnar hann samanrullaður á dúrkinum, og helst droymir hann um deyða pápan.

Týðing: Alex Sólstin

Myndir og rithøvundur: Christian Petersen