icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá “bukkubilurin” var í kongaligu korteguni – v/mynd úr Rukkulakkanum

John William Joensen

Í 1971 vóru Margretha, ið tá var prinsessa, og Hendrikur, prinsur, og vitjaðu Føroyar – og sjálvandi vóru tey eisini í Norðoyum. Jógvan Ósá skrivar um hending frá tíðini sum politistur

Tey vóru í Klaksvík og fóru so norð um fjall, gjøgnum tunlarnar.

Á veg aftur til Klaksvíkar koyrdi kortegan so omaneftir tunnelvegnum – oman frá Árnfjarðartunlinum.

Fremst koyrdi tann fínasti politibilur vit áttu tá. Næst eftir
honum tann fínasti civili politibilur, ið var í landinum við Klerens politimeistara og Hjalgrím Magnussen, politikommisæri, ið skipaði fyri ferðini og síðan kom ein fínur hýruvognur – (Hjørleif Waag Høgnesen??) við prinsessuni – Margrethu – í bilinum – og harnæst aftur ein fínur bilur, við Hendrikki prinsi.

Kortegan koyrir so spakuliga omaneftir – móti krossinum ið førir norð í Ánir/Strond.

Meðan kortegan koyrir omaneftir, sær Hendrik, prinsur, okkurt og biður bilføraran seta ferðina niður – og/ella steðga – og soleiðis kemur eitt “hol” í korteguna.

Og nú kemur tað.

Tá høvdu vit framvegis “Bukkivald” á Grótrætt.

Júst tá hevði “bukkibilurin” verið norði á “Bukkivald” og tømt seg – og var á veg aftur til Klaksvíkar.

Komin niðan til krossin, Ánavegur/Tunnelvegur – sá hann onkið – og koyrdi sjálvandi fram og suður yvir.

Hann visti bara ikki, at hann nú var komin mitt inn í tað kongaligur korteguna – orsaka av, at Hendrikkur sá okkurt.

Og Tuhimmalsinsguð.

Heimi á Kósini/Stongunum stóða fólk framvið, fyri at síggja tey kongaligu.

Mammur o. o. stóðu við børnum – veitrandi við donskum og føroysku fløggum – spent uppá at síggja tað fínu korteguna.
Og fín var hon. Í hvussu so á byrja við.

Fyrst kom hin flotti politibilur, blinkandi við bláum ljósum. Síðan kom hin fíni civili politibilur, við politimeistarinum og politikommisærinum. Harnæst kom Margretha prinsessa og so..

Ja, so kom “bukkibilurin” – og síðan Hendrikur, prinsur.

Børnini veitraðu óført við fløggunum á byrja við – men tá ið tey sóu “bukkibilin”, var veitringin so sum so.

Vit fingu “leitt” bukkubilin niðan á Garðavegin – heimi á Stongunum – men ongin av okkum gloymir “skoluna” frá Hjalgrím Magnussen.

Hann var “svakur”.

Men í dag verður dúgliga flent at tí – og eg helt at tit máttu fáa hesa søguna, ið er sannheit.

Jógvan E. Ósá.

Harleywoodpaint