Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá eg sang fyri David Phelps

John William Joensen

Við síni kláru tenor rødd hugtók David sjálvt tey, sum annars ikki lurta vanliga eftir gospeltónleiki

Undan framførsluni hjá David Phelps, vóru tað óivað mong, sum ikki vistu hvat var í væntu.
Hóast hann er kendur frá mongu DVD útgávunum hjá Bill Gaither, so hevur hann broytt stíl síðan hann fyri einum árið síðan fór úr Gaither Vocal Band og stovnaði sín egna bólk.

Vildið upplivað Føroyar
David Phelps og bólkur hansara skuldu annars á pallin leygardagin, men mjørkin í Vágunum førdi við sær at hann ikki lendi fyrr enn eftir miðnátt leygarkvøldið.
Sunnumorgunin var Norðlýsið við David Phelps ein túr um Eiðisskarð til Gjógv har hann upplivdi ein part av føroyskum bygdalívið.
– Eg havi liva stórsta partin av lívið mínum sum sangari og havi ferðast sera nógv kring um í USA m.a. við Gaither Vocal Band,  men alt ov sjálvdan havi eg havt møguleika at upplivað annað enn ymiskar áhoyrarafjøldir og hotellir.
– Tit búgva í einum fantastiska vøkrum landið og serliga fríska luftin og blídliga fólkið ger upplivingina til nakað serligt.

Átta ár í Gaither Vocal Band
– Eg var átta ár í Gaither Vocal Band, og tað var ein góð tíð, men hugurin var betur til at framføra egnan tónleik, og hetta seinasta árið hevur verið ótrúliga spennandi, sigur David Phelps.

Ikki samdur við Mark Lowry
Sangarin, sangskrivarin og komikarin Mark Lowry, sum saman við Phelps var limur í Gaither Vocal Band, fór úr bólkinum fyri teimum árum síðan. Hann skrivar m.a. á heimasíðu sínari, at hann var ov leingi í Gaither Vocal Band.
– Seinasta árið í bólkinum var trupult, tí eg helt at eg livdi dreymin út, sum sangari í heimskendum bólki, men í veruleikanum longdist eg eftir at standa á egnum beinum og ikki bert elta hini.
– Eg haldið sera nógv av Bill Gaither og hinum sum eg var og framvegis eri  saman við í ymiskum Home Comming útgávum og eg tosið í telefon við Bill Gaither hvørja viku, men tað er meira gevandi sjálvur at taka avgerðir um hvussu og hvat ein skal gera á pallinum. Tí leingist eg ikki aftur í Gaither Vocal Band, skrivar Mark Lowry m.a. sum svar upp á spurning frá einum fjeppara.
David Phelps sigur at tað vóru nokk onkrar løtur har hann kundi kenna seg aftur í tí sum Mark Lowry sigur, men sjálvur lærdi hann sera nógv hesa tíðina.
– Fyri meg hevur tað verið ein stór signing at vera limur í Gaither Vocal Band men eg eri púra sanførdur um at tað var rætt at royna aðrar leiðir og tíðin saman við egna bólki mínum hevur sanniliga verið signingarrík fyri meg.

Blandar tónleikin
Meðan vit koyrdu oman av Eiðisskarði komu vit eitt sindur inn á tónleikin.
– Tónleikurin sum eg framføri er ein blanding av ymiskum tónleiki, sum mær dámar.
– Sjálvur havi eg gjørt fleiri av løgunum, men við tekstinum havi eg fingið góða hjálp frá sangskrivarum. Men eg royni altíð at vera eitt sindur breiður í tí, sum vit framføra soleiðis at tey sum koma at lurta fáa okkurt sum teimum dámar.
– Sjálvandi havi eg eisini onkran Gaither sang við á skránni, men skráin hjá okkum er sera skiftandi og hon verður ongantíð løgd føst fyrr enn stutt undan framførsluni.
– Tað er sjálvandi eisini avmarkað hvussu nógvar tónleikarar vit kunnu hava við, tá vit ferðast og tí brúka vit eisini play back við strúkarum, sum ger ljóðmyndina munandi størri.

Vitjaðu handilin hjá Debusi
Torkil Mørkøre og undirritaði tók sær av David Phelps meðan hann var í Føroyum og tá komið var norður til Gjógv var vitjað í gamla handlinum hjá Debusi.
Fyrst var farið ein túra á flot, men tá veðrið ikki var av tí besta bleiv ætlaði fiskitúrurin av ongum men tó upplivdi amerikanararnir ein stimitúr norður gjøgnum Djúpini.
Síðani var borðreitt við fiskasúpan í gamla handlinum hjá Debusi, og Nicolina bakaði vaflur við heimagjørdum rabarbusúltutoy og fløda. Húsini eru bygd í átjanhundrað talinum og lágt er millum loft og gólv.
– Hesa løtuna fari eg at minnast restina av lívinum, segði Rebecca, sum er managari hjá David Phelps, og hini í ferðalagnum tóku undir við henni.

Úr oyðimørk til Føroya
Fiól leikarin spurgdi sera nógv um Føroyar.
– Býurin eg eri uppvaksin í liggur mitt í eini oyðimørk og tí er tað heilt ótruligt at uppliva áir og fossar, sum tit eiga í ríkiligt mát, segði hon og spurdi hví vit ikki sóu innsektir nakrastaðni. Tá vit greiddu frá at her í landinum áttu vit bara eina friðarliga húsflugu og heldur ongar slangur, trúði hon ikki sínum egnu oyrum.
– Eg skifti búðstað í morgin, segði hon skemtandi.

Broytti skránna í seinastu løtu
Á veg til Klaksvíkar bleiv skráin fyri konsertina diskotera, og tað sást tíðiliga at tað var David, sum stýrdi skránni.
– David – sangurin Just as I am sum tú syngur á eini útgávu er sera nógv at hoyra í útvarpinum her í Føroyum. Tað er ein fantastiskur sangur og eg vænti at fólk verða fegin um at hoyra hann, sigur Torkil Mørkøre, sum við áhugað hevði fylgt diskotiónini um skránna.
– Gott hugskot, svaraði David Phelps, og so var broyting gjørd í skránni.

4000 fólk sóu David Phepls
Tá klokkan nærkaðis til konsertin skuldi byrjað var ikki nógv fólk at síggja á Vágsbø.
Tað at hetta var ein útsett konsert og at eingin annar bólkur var á skránni uttan David Phelps, gjørdi at ilt var at meta um nøkur undirtøka fór at vera fyri konsertini.
Men beint áðrenn konsertin skuldi byrjað komu fólk úr øllum ættum og tá konsertin endaði kundu fyrireikararnir staðfesta at eini trí til fýratúsund fólk leitu henda sunnudagin inn á Vágsbø til at lurta eftir gospeltónleiki.
Hetta man líkjast einum føroyskum metið, at ein einstakur sangari kann draga so stóra mannfjøld at lurta.
Løgini No more Nights, Just as I Am , How Great thou art og The End of the Beginning vóru hæddarpunktini og tað er ikki ov lítið sagt at framførslan hjá David Phelps var framúrskarandi.
Hetta var ein uppliving av teim stóru  ein sangari sum er upp á tað allar besta og í heimsklassað!
Samanspælið millum hann og systur hansara sum sang kórstemmu, var sera gott og violinspælarin var eisini framúrskarandi, men hoyrdist tó alt ov illa.
Ljóðmyndin var ikki nøktandi við byrjan av konsertini men hon var munandi betur tá konsertin endaði.

Sera glaður fyri vitjanina í Føroyum
Eftir konsertina var lítil tíð til at hitta fólk tí bert tveir tímar vóru til flogfarið fór avstað úr Vágunum.
– Hetta var ein fantasisk uppliving fyri meg og tað var sera stulltigt at syngja fyri føroyingum. Tit liva ótrúliga væl við og alt og øll vóru so positiv, segði David Phelps eftir konsertina.
– Eg hevði ynskt at eg hevði betri stundir áðrenn vit skuldu á flog aftur, men hvør veit um vit ikki vitjað aftur um stutta tíð.
– Skal eg siga sum er so vóru vit eitt sindur mótfallin tá vit endiliga lendu í Føroyum leygarkvøldið tí langi túrurin úr Nashville og túrurin við flúgvara inn gjøgnum Sørvágsfjørð  fingu meg at ivast um vit nakrantíð fóru at síggja Klaksvík.
– Vit fingu tó ein sera góðan svøvn í nátt og dagurin í dag hevur verið ein stór uppliving fyri okkum øll, segði David Phelps, sum uttan iva var stórsta navnið á Summarfestivalinum í ár.

Sungu fyri David Phelps
Píniligasta løtan á túrinum var tá vit vóru bjóðaði til fisksúpan í gamla handlinum hjá Debusi við Gjógv.
Vertsfólkini greiddu  gestunum frá, at í Føroyum er traditión fyri at syngja borðvers áðrenn etið verður. Gestirnir vildu upplivað hetta á føroyskum og har var einki annað at gera hjá undirritaða enn at syngja Faðir vit takka tær á tamb fyri einum av heimsins bestu sangarum. Tað skal tó leggjast afturat at eg fekk góðan stuðul frá vertsfólkunum og Torkil Mørkøre.
Um Phelps kanska hugsaði at vit heldur áttu at nýtt play back, skal her verða ósagt, men vit skulu tó heilsað og siga at David Phelps klappaði fyri okkum og úttalaði:  – Great!!

John William Joensen

Harleywoodpaint