Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá fólk eru blonk søguliga – 2 partur

John William Joensen

Eftir at hava lisið greinina um hvussu blonk eg eri søguliga, fekk eg eitt sjokk aftrat, tí tað gekk upp fyri mær, at eg heldur ikki dugdi at síggja nakran sum helst samanhang millum mína grein og aftursvari. So eg fekk konstatera at kanska eri eg søguliga blonk (hvat tað so merkir ?) tað ringasta av øllum er, at eg kanska eisini eri tornøm, í hvussu so er, tá ið tað kemur til at síggja samanhangir !

Hvat stóð í míni grein ??
Eg mátti lesa umaftur hvat ið eg hevði skriva, fyri at royna at finna ein samanhang. Jú, eg skrivaði eina tjakgrein, har eg segði mína hugsan um forholdi millum rakstur og íløgur og hvussu eg helt at fíggjarpolitikkurin skuldi vera mótvegis kommununum.
Eg nýtti nøkur dømir frá Klaksvíkini, eg skal bert nevna tvey av teimum :
1). Klaksvíkin forsømdi øll tey góðu árini í 80’unum at gera neyðugt viðlíkahald innan skúlaverki, svimjihøllina og aðrar almennar bygningar, hetta tekur íløgukarmurin ikki hædd fyri.
2). Tá ið ein kommuna sum Klaksvík má gjalda skuld aftur ið er so stór at í miðal 4. hvør skattakróna fer til at afturgjalda skuld so má vera trupult at gera íløgur. Klaksvíkar kommuna hevur seinastu 4 árini goldið omanfyri 90 mío í rentum og avdráttum.
Eg nevndi ikki hvørjar útbyggingar vóru gjørdar í Klaksvík í 70’unum og 80’unum, men sjálvandi veit eg at hesar útbyggingar eru framdar. Men, eg nevndi tað ið ikki var gjørt og tað er ein órongiligur søguligur verðuleiki, at hesi viðlíkahaldsarbeiði ikki vóru framd í 80’unum og tað er eisini ein søguligur verðuleiki at kommunuskuldin hjá Klaksvíkin vaks í 80’unum til omanfyri 200 milliónir. Tað sleppur ongin uttanum. Øll hava sæð og síggja nevndu bygningar og øll í Klaksvík hava merkt og merkja hvønn dag, at vit enn gjalda 4 hvørja krónu til rentur og avdráttir av kommunuskuldini. Eg vóni bara ikki at skuldarbindingin av Kommununi var ein miðvís langtíðarætlan, er tað so, so er tað enn týdningarmiklari at ein nýggj samgonga kom framat, og enn størri er grundgevingin fyri at lata hana halda fram í næsta valskeiðið.

Nýhugsan og visiónir.
Samgongan verður løgd undir onga nýhugsan at hava innan havnabygging, útstykking, grótbrotið, barnaansing og fyrireiking til fasta sambandi.
Til hetta má eg siga, at skuldu vit broytt havnabygging tí meirilutin skiftir í býráðnum so hevði tað kosta skattaborgaranum dýrt. Tað kann heldur ikki vera ein ódygd, at byggja á tað ið býráðini ið sótu undan hava framt. Mær vitandi var tað ikki bert samgongan hjá Jógvan við Keldu ið hevur samtykt havnabyggingina og øll hini málini ið hann rósir sær av.
Viðvíkjandi útstykking, so veit Jógvan við Keldu fulvæl hvussu nógv grundøki koma aftrat í ár og hann veit eisini, at vit hava útboðið eitt øki á Helnabrekku til alternativa bygging. Hann veit kanska ikki av, at samgongan ferð at leggja øki av á Helnabrekku til barnaansing, so allar tær familjur ið har koma at búgva fáa ansing í teirra nærumhvørvi. Hesin stovnur er ein partur av okkara langtíðarætlan og kanska eisini tekin um nýhugsan.
Henda samgonga hevur heldur onga nýhugsan víst  innan barnaansing og tað ið er framt framdi Jógvan Lutzen. Eg sat í minnuluta tá, men hevði eitt fínt samstarv við meirilutan viðvíkjandi loysn av barnaansingini. Onki hendi innan hetta øki, fyrr enn eini 30-40 foreldur ið onki pláss høvdu kallaðu býráðslimirnar til fundar, støðan hjá Jógvan við Keldu á fundinum til at økja um barnaansingina kenna øll ið vóru á fundi. Var trýstið á býráðið ikki so stórt í hesum málinum, so hevði tað ikki lukkast hvørki mær, ella tínum samgongulimum ið vildu gera nakað við hetta, at koma ígjøgnum.

Takksamt at sápla niður tað
onnur hava framt.
Eg dugi ongastaðni at síggja, at eg havi sápla niður tað ið undanfarnar samgongur hava framt, eg nevndi nøkur ting ið ikki vóru framd og skuldina ið samgongurnar undir leiðslu av Jógvan við Keldu hava sett okkum í.
Hinvegin er tað lætt, eftir at hava stýrt býnum í 16 ár, at ákæra eina samgongu ið hevur sitið útvið 3 ár fyri líkt og ólíkt. Um ein samgonga skal fungera og øll ið eru í henni skulu vera við til at taka avgerðir, so krevur tað tíð og nógv tjak fyri at finna semjur. Henda samgongan hevur arbeitt og arbeiðir við, hvussu vit brynja okkum til fasta sambandi og hvussu vit kunnu gera skilagóðar langtíðarætlannir og er hetta arbeiði komi væl áleiðis. Í komandi tíðin ferð meir at síggjast til hetta og ikki minni í komandi 4 áraskeiðnum um vit, sum eg bæði vænti og vóni, halda fram sum samgonga eftir næsta býráðsval.
 
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.