Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá Hákun Djurhuus var um at vera sprongdur í luftina

John William Joensen

Leygardagin 19. nov. fann Hákun Djurhuus, Landsstýrismaður, eina óbrostna bumbu við ¾ kg av dynamitt, sum var lagt inn í kaminuna í kjallaranum.

Eldur hevði verið í fjúsinum, men var slóknaður aftur.

Christoffer Jensen skrivar í bók síni, Ziskatrøðbrekkan, um hendingina, og sigur at vanlig hugsan í Klaksvík var, at onkur fimmari hevði lagt bumbuna og við vilja gjørt fjúsið óbrúkiligt, alt fyri at Halvorsen-viðhaldsfólkið skuldi fáa ringt orð á seg. Viðhaldsfólkini hjá Halvorsen bedýraðu, at høvdu tey langt bumbuna inn til Hákun Djurhuus, so skuldi tey sanniliga syrgt fyri at hon brast. Hetta var alt ov amatørkent fyri rættar rebellar.

22 nov. 1955 sprongdist aftur ein bumba í Klaksvík. Hesaferð var tað uttanfyri politistøðina (gamla havnarskrivstovan, núverandi Parlament) úti í Klaksvík.

Dynamitt var lagt inn við grundina. Politistarnir, ið høvdu vakt, hoyrdu onkran uttanfyri, og bóðu viðkomandi persónar fara. Stutt eftir brast bumban. Fýra politistar vóru inni, og tríggir máttu á sjúkrahúsið. Teir høvdu tó bert fingið grunn meiðsl av flúgvandi glassplintrum frá tí sprongda vindeyganum. Kjallarin undir politistøðini er tvílaðaður grótveggur, so skaðin á húsini var lítil.

Politiið stongdi økið av og fýra mans vóru tiknir, men sluppu leysir kvøldið eftir.

Bumbuspreingisakirnar vóru allar verandi óloystar ella óloyst mál.

keldur:
Norðlýsið 1955
Christoffer Jensen, Ziskatrøðbrekkan (2006)