Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá ið trappurnar á lendingini í Mikladali vórðu stoyptar: Tá ið mikladalsmenn fóru í grind sluppu skúladreingirnir at stoypa

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tann eina dagin í 1931, júst sum partur av longu trappuni niðan frá lendingini skuldi stoypast, hoyrdust grindaboð, og allir mikladalsmenn fóru í grind, so arbeiðsformenninir stóðu einsamallir eftir.

Millum niðurskrivaða tilfarið, sum liggur eftir Líggjas Eliasen, sála, í Mikladali, er henda frásøgn frá 1931, tá ið tey meira enn 150 trapputrinini niðan frá lendingini í Mikladali fyri fyrstu ferð vórðu stoypt.

Vit endurgeva her hetta brotið, ið er partur av tilfarinum, sum Jákup Marnar Anthoniusssen í løtuni arbeiðir við at savna og skriva inn á teldu til møguliga bókaútgávu.

Søgubrotið hjá Líggjasi Eliasen er soljóðandi:

UPPGONGD UM KLEIVINA

Í 1931 varð av álvara farið undir at fyrireika arbeiðið við at gera trappur upp um Kleivina, tvs. úr fjøruni og niðan til neystini. Hetta var eitt tak, men ongin ivi var um, at lættari fór at vera at fáa niðan úr fjøruni tað, ið berast skuldi – ikki minst, hvønn týdning hetta fór at hava fyri bátadráttin, ið annars var serliga tungur.

At standa fyri arbeiðinum var Jens Marius Poulsen úr Skopun biðin, og sum hjálparmann hevði hann við sær annan skopuning, ið nevndist Sommer Winther.


Arbeiddu við
handamegi

Farið varð undir arbeiðið.

Fyrst var at fáa til vega grót, partvís til laðing av trappuvangum og partvís til ífyllu. Hetta tilfar varð sprongt úr klettinum sunnan fyri Sprænikeldu einar 30-40 metrar sunnanvert trappurnar og kílað sundur og høgt til á staðnum. Síðani varð tað á sleðu drigið eftir stokkum, væl smurdir við grønsápu.

Saman við formonnunum vóru sjálvandi mikladalsmenn við í arbeiðinum.

Skervur skuldi eisini til, og varð hann førdur úr Oyndarfirði við báti, sum nevndist Skortur. Báturin var ikki stórur, so hann mátti gera fleiri túrar, meðan arbeitt varð. Slíkt arbeiði var ikki at líkna við í dag. Skervurin, ið var leysur í lastini, mátti fyrst fyllast í sekkir og handast upp á dekkið. Sekkirnir vórðu síðani skipaðir niður í róðrarbát, ið róði teir at lendingini, síðani vórðu teir aftur handaðir upp á land og bornir niðan á helluna, har hann skuldi nýtast.

Skúladreingirnir
sluppu at stoypa

Arbeiðið gekk sera væl. Menn arbeiddu dúgliga og sóu fegnir fram til tann dag, tá ið henda framtíðar uppgongd var vorðin veruleiki.

Ein summardag rungaðu grindaboð um bygdina. Tá so var, fór maður av húsi við skundi, og so var eisini hesaferð. Einans Jens Marius og Sommer vóru eftir av arbeiðsmonnunum. Hetta kom illa við hjá teimum, tí klárt var gjørt til stoyping. Teir fóru tí til læraran, Marius Johannesen, og spurdu, um skúladreingirnir kundu koma at arbeiða, til menninir komu aftur úr grind. Marius játtaði hesum, og hugagóðir fóru vit til arbeiðis – einir 10 í tali. Lønina vóru vit væl nøgdir við – 12 kr. fyri tveir arbeiðsdagar. Helst mundu vit vera eitt sindur ernir, tá formenninir róstu okkum fyri dugnaskap.

Trappurnar upp um Kleivina vóru fyrsta stig av trappugerð niðan á bakkan. Í norðara borð vóru 80 trin og í sunnara 82 trin. Í miðjuni geiri við lunnum til bátadrátt og rekkverk á báðum síðum.

Hetta var eitt óført framstig í Mikladals aldargomlu bygdarsøgu.

Leggjast skal aftrat, at umrødda grind legði beinini á Klaksvík, og vórðu merktir 1000 hvalir.