Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá ið ungfólkið møtist til leik

Jóhann Lützen

 Norðoyastevnan verður vikuskiftið 26., 27. og 28. mai og sum siðvenja er ger Norðlýsið sera nógv burtur. Norðoya­stevnublaðið verður sent í hvørt hús í Norðoyggj­um og Eysturoy mikudagin 24. mai. Seinasta freist at koma við tilfarið og lýsingum er mánadagin 22. mai.

Um ein ger tað ein altíð hevur gjørt, ja so fær ein tað ein altíð hevur fingið. Vit hugsað sjálvandi um staðsetingina av Norðoyastevnuni. Norðlýsið hevur í fleiri ár víst á at Norðoyastevnan átti meira at verið karmur um okkara tjóðarítrótt, nevniliga kappróðurin, og tí áttu sum mest av fyriskipaðu tiltøkunum at verið kring kappróðraøkið.

Økið úti í Klaksvík er eftirhondini vorðið eitt savningar­stað fyri alt fleiri mentanartiltøk. Bæði Føroyar Sjó­manna­dagur og Jólaskipið brúka økið úti í Klaksvík og væl riggar. Tað er upplagt at miðsavnað Norðoyastevn­una úti í Klaksvík, tí at kappróðurin verður fyriskipaður har, umframt at Spaniastova, Leikalund og Fornminnisavn­ið halda til úti í Klaksvík.  Skrúðgongan kundi heldur endað úti í Klaksvík heldur enn at byrjað har, eins og miðnátt­ar­samkoman við røðu, sangi og fýrverki kundi verið hild­in úti í Klaksvík. Føroyskur dansur undir ljósperum á várkvøldi við sjóvarmálan – tá er Klaksvík paradís mítt her í verð.

Uppmøtingin til kappróðurin hevur verið so sum so sein­astu árini, men um økið úti í Klaksvík varð dyrkað meir, so er eingin ivi um at uppmøtingin hevði blivið betur og harvið fekk Klaksvíkar kappróðrafelag eisini nøkur fleiri tiltrongd oyru í kassan. Tivoliøkið hevði somuleiðis tikið seg væl út niðanfyri Fornminnisavnið.

Skráin til Norðoyastevnuna verður í blaðnum, sum kem­ur í øll heim í Norðoyggjum og Eysturoynni mikudagin 24. mai. Spennandi verður at lesa skránna og síggja um økið niðanfyri Fornminnissavnið gerst miðstøð fyri Norðoyastevnutiltøkunum.