Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá illimaður vildi hevnd, setti hann eina nevnd

Danial Viðoy

Fólkaflokkurin heldur lítið um arbeiðsháttin hjá sitandi samgongu. – Tað sum eyðkennir arbeiðið, er atgerðarloysi. Tað verður tosa um leyst og fast, ongar semjur hómast og eingin framdrift.

Á sera fjølmentum landsfundi hjá Fólkaflokkinum, bar formaðurin fram røðu. Hann sær bjartskygd upp á framtíð floksins, men harmast um stagneraða arbeiðsháttin hjá sitandi samgongu.

Vinna næsta val

Afturvaldi Fólkafloksformaðurin segði í røðu síni, at fólkaflokkurin hevur seinnu árini verið sterkur um landi og sær út til at tað eru vit enn.

– Sambært seinastu veljarakanningini eru vit størsti flokkur í Føroyum, og við Anniku Olsen hava vit vónandi leiðsluna í høvuðsstaðnum 1. Jan. Og vit vinna næsta val.

Men sørvingurin harmast um avrik og arbeiðshátt samgongunnar:

Sitandi samgonga legði harðliga til brots við eini skatta- og avgjaldsøði, sum bara kundi skaða. Eftir stóran vøkstur í lønarútgjaldingum í øllum greinum, er longu eftir einum árið, stígur komin í. Vøksturin í serliga framleiðsluvinnuni er seinastu mánaðirnar steðgaður.

Tað sum eyðkennir arbeiðið, er atgerðarloysi. Tað verður tosa um leyst og fast, ongar semjur hómast og eingin framdrift. Samgongan veit ikki hvat hon sjálv vil og er ikki áhuga at gera sum andstøðan heldur. Men tað løgnað er, at tey lata væl at í fjølmiðlunum.

– Kollfirðingurin segði einaferð, at tá illimaður vildi hevnd, setti hann eina nevnd. Nevndir eru settar at gera fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan, heilsunýskipan, skattanýskipan, fólkaskúlanýskipan, stýriskipanarlóg og helst aðrar við.

Rógva í siropi

Stjórnarskipanararbeiðið gongur striltið. Um hetta sigur Jørgen Niclasen:

Stjórnarskipanararbeiðið er sum at rógva í siropi. Stríðið millum Sambandið og Tjóðveldi tykist sum nevaleikur í hvør sínum boksiringi, har løgmaður tykist groggy. Stjórnarskipan skal eftir mínum tykki serliga snúgva seg um rættindi og skyldur hjá einstaka føroyinginum. Hetta royna vit at fáa samgonguna til, men striltið gongur.

Harleywoodpaint