Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá kollveltingin er endamálið

Bjarni Djurholm

– fjald handan tølandi populistiskt gluggapynt

Reyða landsstýrið hevur sum aðalmál at nationalisera alla fiskivinnuna, fjald handan páhald um at steðga politiskari útluting og verju av fólksins ogn.

Setningurin er greiður. Øll fiskirættindi skulu tjóðartakast og síðani lutast til hugað gjøgnum eina politiskt defineraða sokallaða marknaðargrundaða skipan.

Ljómur í oyrunum á mongum, sum ikki geva sær far um, at sølan av fiskirættindunum á uppboðssølu er størsta inntrivið í fríu vinnuna nakrantíð, har evsta endamálið ikki er annað enn total politisk stýring av høvuðsvinnuni, har øll sum frálíður verða fatað av umfordeiling, definerað og dominerað av politiskum valdsharrum og útvaldum búskaparmonopolistum.

Tankagóðs

Ideologiska stuntið hjá landsstýrinum mótvegis høvuðsvinnuni er eisini eindømi, síðani sosialistisku verjugarðarnir rapaðu fyri skjótt tríatiárum síðani.

Á fiskivinnuráðstevnuni í farnu viku, har fiskimálaráðharrin brillieraði við síni fráveru (ráðstevna í Grønlandi var meira viðkomandi), var almannakunnugt, at landsstýrið bert fer eftir teirri eini loysnini í sokallaðu fisikivinnunýskipanini – nevniliga tvingaða uppboðssøla av øllum fiskirættindunum.

Altso – arbeiðsbólkurin arbeiðir ikki við at lýsa, hvat er best fyri samfelag og vinnu, men skal burturav skera politiska leistin fyri tjóðartøkuni av høvuðsvinnuni.

Fær reyða kabinettið gjøgnumtrumfað politiskt skipaðu kollveltingina fella øll fiskirættindi, sum verandi aktørar hava gjørt stórar íløgur í, til landsstýrið um eitt gott ár.

Landsstýrið skal síðani definera hvørjir útróðrarbátar, línuskip, trolarar, nótabátar o.s.fr., kunnu royna eftir fólksins ogn.

Politiska ideologiska tankagóðsið hjá landsstýrismanninum skal áseta og avgera umfordeilingina.

Kvørkratak

Trongdin til umfordeiling og ognartøku og betrivitanin um, hvat tænir hinum best, er djúpt rótfest í vitskuni hjá nýggju politisku elituni, har definitiónin av “fólksins ogn”er kjølfest í politiska kammeratarínum við partar av búskaparfrøðini og miðlaheimin.

Í hesum veruleika hevur tað ongan týdning, at øll bókað eginogn, sum stavar frá keypi av fiskirættindum nógvu farnu árini í einum verður niðurskrivað til 0. Málið er jú, at bjarga fólkinum og at “nýggjar” kreftir skulu framat.

Kvørkratakið av høvuðsvinnuna er soleiðis væl kjølfest av politisku búskaparfrøðini, har fatanin av vinnuni ikki er annað enn tillærd ástøði, og har gerandisdagurin byggir á kostnaðarleys politisk skriviborðseksperiment.

Hurlivasi

At onkur lond hava gjørt hetta eksperimentið við serstakliga vánaligum úrslitum, nervar slettis ikki ideologiskt disponeraðu ætlanina hjá samgonguni, og at tvingaða uppboðssølan fer at skapa hurlivasa í vinnuni vekir ongan harm, heldur tvørturímóti.

Í spurninginum um hvat hendir, um verandi aktørar fara at standa við ongum fiskirættindum 1. januar 2018 – og tí verða í uppisetri við nógvum stáli og ongum møguleikum, er einki svar uppá.

Kanska ætlar landsstýrið at ogna sær flotan og geva hann til “nýggju” aktørarnar?

Og hvør skal veita vinnuni fígging á so vøkkultum grundarlagi, verður slettis ikki umrøtt hjá politisku valdshavarunum.

Tvørturímóti, so er landsstýrið stálsett í ætlanini at fremja sín politikk í verki.

Politiskt vinnuveldi

Tað er ófatiligt, at tepur meiriluti av Løgtinginum soleiðis hevur sum stavnhald at trumfa eina kollrenning av høvuðsvinnuni ígjøgnum.

Skipan, sum er dumpað alla aðrastaðni í heiminum, og sum skilliga fer at hava við sær reint kaos í vinnuni og sum frálíður í samfelagnum eisini.

Tað er eisini líka óskiljandi, at búskaparfrøðin letur seg brúka í hesi royndini at innføra politiskt dominerað vinnuveldi í Føroyum og lata sær lynda at arbeiða uppá reina kommandu frá landsstýrinum. Hvar er fakligi stoltleikin hjá frøðini nú?

Permur og pappír

Støðan er álvarsom. Mangt kann standa millum permur og pappírið er tolið, men at serfrøðin letur seg so sjónliga (miss)brúka í eini politiskari kollrenning av samfelagnum – tað man koma óvart á mong, hóast summi leingi hava havt varhugan av hvørja leið tað bar, tá kollektivistarnir og monupólistarnir komu í Tinganes.

Bjarni Djurholm