Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá “Kong Christian” var “hyggemusikkur”.

John William Joensen

Margretha, drotning og Hendrikur vóru og vitjaðu í Føroyum – og sum altíð, so komu tey runt ymsa staðni í Føroyum.

Og eins og vanligt – so reistu vit politistar – runt landi við teim konguligu.

Í einari av teim størru bygdunum í Føroyum, vóru tey eisini og vitjaðu.

Har í bygdini var eitt hornorkestur – og tað skuldi spæla á bryggjuni, tá ið tey kongaligu komu at vitja.

Býráðið, løgtingsmenn, landsstýrismenn og onnur stóðu “leina” upp í einari rekkju, at heilsa uppá gestirnar.

Tá ið Margretha og Heindrikur vóru komin í land, stemmaði hornorkestri í at spæla “Tú alfagra land mítt” – og øll stóðu “rætt” og still, meðan tjóðsangurin var spældur.

Men har var okkurt sum bilaði við samskiftinum millum orkestri og borgarstjóran – í hvussu so er, so visti borgarstjórin ikki av, at orkestri spældi “Kong Christian stod ved højen mast” – og ei heldur visti hann, hvat tað var í orkestri spældu – tí teir spældu nevnliga “Kong Christian” aftaná “okkara” tjóðsang.

Og borgarstjórin at “præsentera” tað finu rekkju, íð stóð uppstilla, at heilsa uppá tey kongaligu, meðan orkestri spældi “kongasangin”.

Og komiskt sá tað út. Fyri hvørja fer hon hevði heilsa uppá tey einstaku, royndi hon at standa “rætt” – men borgarstjórin helt bara áfram at præsentera. So hon rætti hondina fram – og so aftur at standa rætt.

Og aftanfyri gekk Hendrikur og gjørdi honnør – eins og vit sóu í Sovjet í gl. døgum á Reyða Torginum 1. mei.
Uha, Uha. Tá var eisini ringt at halda “maskuna” – og vit flentu óført, tá ið vit komu fyri okkum sjálvar.

Jú, jú, tað var stuttligt viðhvørt.

Jógvan E. Ósá, (marts 2008).