Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá standa øll saman og rópa á KÍ

Nordlysid

Ein av alla bestu og kendastu KÍ-sangunum er tann hjá Niclas Hera Jákupsson, har niðurlagið sigur: “Tá vit hittast við vøllin, er gloymt alt stríð. Tá standa øll saman og rópa á KÍ” – og júst nú er meir enn nakrantíð brúk fyri, at allir norðoyingar taka lógvatak um ítróttarflaggskip okkara KÍ.

Ein av allabestu og kendastu KÍ-sangunum er tann hjá Niclas Hera Jákupsson, har niðurlagiðsigur: “Tá vit hittast við vøllin, er gloymt alt stríð. Tá standa øll saman ogrópa á KÍ” – og júst nú er meir enn nakrantíð brúk fyri, at allir norðoyingartaka lógvatak um ítróttarflaggskip okkara KÍ.

 

Meðan hesar reglur verða skrivaðar, eru bert 4 dagar tilstóru steypafinaluna um løgmanssteypið millum KÍ og Víking, sum bresta saman áTórsvølli leygardagin kl. 18:00.

 

Mótstøðuliðið er sigursvanda steypaliðið Víkingur úr Gøtu ogLeirvík, har áskoðararnir eru kendir fyri teirra sterka samanhald ogtreytaleysu uppbakking til teir ljósabláu leikararnar í Víkingi.

 

Tí er meir enn nakrantíð tørvur á, at KÍ – hesin gamli ogsøguríki fótbóltsrisin í tí kongabláa litinum – av álvara vaknar og reisist tilhendan dystin, sum av álvara verður at meta sum ein uppgerð millum víkingar.

 

Inni á vøllinum tykjast teir kongabláu at vera til reiðar –har er neyvan nakað at koma eftir.

 

Vit vita, at liðini helst verða rættiliga jøvn inni ávøllinum, og tí kann skjótt verða, at kann stuðulin, sum KÍ fær kring Tórsvøllleygarkvøldið verður avgerandi fyri, hvør fer norður við løgmanssteypinumleygarkvøldið.

 

Verður tað við Smyrli, at steypið fer saman við sigurssælum leikarumog áskoðarum, ella verður tað ein av bussunum hjá Víkinga-fjepparunum, sum færæruna av at føra steypið norður í ljósið?

 

Sum Niclas Heri yrkir, so er tað einki í Norðoyggjum, iðsavnar norðingar meir og betur, enn KÍ ger. Tú kanst fara til ein dyst viðDjúpumýru og har hitta alt slag av fólki, høgum sum lágum, leikum sum lærdum,tí “tá standa øll saman og rópa á KÍ”!

 

Nú er tørvur á øllum góðum kreftum, sum halda við KÍ – latið okkum fjølment “hittast við vøllin” á Tórsvølli leygarkvøldið kl. 18:00.

 

KOYR Á KÍ !!