Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá veruligi veruleikin ikki hongur saman

Jógvan við Keldu:

Eri púra samdur um, at “geva skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær”. Borgarligur politikari kundi valla sagt tað betur

Jógvan við Keldu:

Eri púra samdur um, at “geva skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær”. Borgarligur politikari kundi valla sagt tað betur

Las áhugaverdu, vælskrivaðu og skilagóðu greinina hjá tingkvinnuni, Gunvør Balle, í Norðlýsinum undir yvirskrivtini: “Gev teimum skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær”!

Hetta var ein positiv grein um skapandi evni, sum við arbeiðssemi og hegni kann fara at geva nakað av sær í Føroyum, uttanfyri oyggjarnar og umtalu burturi í heimi, sum hetta lítla men livandi samfelagið ber í sær.

Gott fyri spírar

sum spakuliga koma undan

Trúgvi, at hesin peningur, 500túsund krónur, sum verður settur av til filmslist, nú vit seinastu árini hava sæð spírar spakuliga komið sær undan jørðildinum, eru sera væl útgivnar sum landsins part fyri framburði.

Tá alt hetta er sagt og væl sagt, er tað eitt og annað, sum ikki hongur saman hjá hesi tingkvinnu og hjá flokkinum sum heild.

Høvuðsvinna føroyinga, fiskivinnan, hevur sera misjavna gongd. Botnfiskaveiðan liggur undir hóttafalli, trolaraflotin á nærleiðum hevur tað ringt, og uppaftur verri er støðan hjá línuflotanum, meðan útróðrarflotin er so gott sum kroystur til avlívs, hóast onkur anir enn.

Tað eru tvinnir tættir av flotanum, sum bera seg, rætt skal vera rætt, tað eru fjarfiskatrolararnir og pelagiski flotin. Síðani er tað inni við land og á landi, at alingin hevur seinastu tíðina verið ein sólskinssøga. – Vinnan hevur allar dagar verið fyri upp- og niðurgongdum.

Lat skapandi kreftirnar fáa frið

Tað hevði verið gott fyri føroyska vinnulívssamfelagið og harvið fyri alt samfelagið, um tað hon her proklamerar, hevði Tjóðveldi og helst eisini Javnaðarflokkin aftanfyri seg, tá hon í yvirskrivtini sigur: “Gev teimum skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær”.

Hetta kundi verið ein góð borgarlig eggjandi útsøgn, sum veruliga ynskir, at høvuðsvinna okkara, fiskivinnan, sum enn er frumgróðurin fyri at bera landinum uppi, fekk frið at virka uttan støðug tyngjandi ok.

Soleiðis er tað tíverri ikki!

Seinastu tíðina, nú hevur flokkurin mest sitið í andstøðu, hevur hann við treiskni og áhaldni gjørt seg inn á okkara fiskivinnu, tí hann metir, at partur av vinnuni “er vaksin og hevur kasta – ótrúliga góð – virði av sær”, sum átti at verið brúkt til nýíløgur o.a., nei nú skal hann ístaðin syrgja fyri at gjalda meiri til almenna raksturin í t.d. tilfeingisgjaldi, av tilfeingi, sum hesir sjálvir hava barst fyri, so “hesar skapandi kreftur” verða kvørkraðar, heldur enn at “vaksa og skapa meiri virði av sær”!

Minnir ikki sørt um Ravnbøll

Hetta var ein góð og kveikjandi grein, men innihaldið hongur bara ikki saman í gerandisdegnum við praksis hjá flokkinum.

Hetta minnir ikki sørt um endan á sanginum hjá Ulrich Ravnbøll, sum eg haldi Preben Uglebjerg, m.a. sang í 1967:

“Men danskerne har en ganske særlig evne,

som vist tør kaldes sjælden,

for vi sætter til på gyngerne

og bruger resten på karusellen”.

Fyri at enda við einari sigandi danskari yrking, sum meiri enn so kann brúkast her á landi, tá veruligi veruleikin ikki hongur saman.