Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÁ VIT HJÁLPA

John William Joensen

Tað var ein ræðulig vanlukka, sum sendi í Asia á nýggjarínum.

Flóðaldan, sum skolaði alt burtur við strendurnar í fleiri londum og kravdi yvir 150.000 mannalív, tykist næstan óskiljandi fyri okkum føroyingar. Bara talið á teimum deyðu er tríggjar ferðir fólkatalið í Føroyum.
Flóðaldan skilti ikki ímillum børn og vaksin, ung ella gomul, europearar ella asiatar – alt, sum varð fyri varð tikið við – og flóðaldan rakar meint kring allan heimin. Vit eiga øll at hugsa um tey avvarðandi, tey neyðstøddu, tey deyðu og tey, sum royna at hjálpa í økinum í hesi vanlukkuligu tíð. Og tíbetur kenna eisini føroyingar ábyrgd og vilja lata peningaliga hjálp. Reyða Krossur samskipar føroysku innsavningina, og har kann formaðurin fegnast um, at viljin at hjálpa er sera stórur.
Tað hevur fleiri ferðir verið funnist at, at almennu Føroyar eru eiðasørar at lata neyðhjálp og menningarhjálp til útlandið, men hesaferð bar landsstýrið skjótt at og hevur gjørt av at lata eina millión krónur til neyðhjálp. Onkur heldur, at hetta er ov lítið, men hetta er í øllum førum meira, enn landskassin vanliga letur í neyðhjálp.
Eisini tey privatu, fyritøkur og feløg av ymsum slagi royna at hjálpa, og eisini hendan hjálpin ger stóran mun. Hóast føroysku tølini kunnu tykjast smá, tá ið tosað verður um eina samlaða hjálp upp á fleiri milliardir, so eru øll, sum fáast við hjálpararbeiði samd um, at tað ger stóran mun at hjálpa – eisini í tí smáa.
Tað er tó eitt, sum tykjast taka yvirhond við altjóða hjálpini – ja, eisini teirri føroysku. Nú skal tað rópast út um allar geilar, hvat hvør ger fyri at hjálpa. Fyritøkur boða frá, hvussu tær vilja hjálpa, og einstaklingar og feløg av ymsum slagi gera tað sama – sum um tað var eitt slag av marknaðarføring fyri seg sjálvan.
Tað var gamalt, at tað bar væl til at hjálpa, uttan at ganga og reypa sær av tí, og tað skuldi eisini framvegis borið til. Tað eru sjálvsagt nógv, sum í tí stilla lata pengar til vælgerandi endamál – ikki bara hesaferð – men javnan og til ymisk tiltøk, og tey ganga ikki og siga øllum frá um hetta. Men tað tykist samstundis verða eitt rák, har tað skal sigast fyri øllum fólki – umvegis miðlar og net – at hjálpt verður. Tað kann tykjast verða eitt sindur óneyðugt.
Í útlondum verður greitt frá, at sjónleikarar og ítróttarfólk lata so og so nógvar pengar í neyðhjálp, og tað nýggjasta er, at fjølmiðlar samanlíkna, hvussu nógv tey ymisku londini lata í hjálp. Tað skurrar í oyrunum, tá tíðindi verða borin um, at eitt norðurland hevur latið lutvíst minni enn eitt annað – sum um talan var um eina kapping at hjálpa.
Okkara hugsan er, at føroyingar – bæði tað almenna og privata – vísa stóra ábyrgd fyri syndarligu hendingini í Asia við at hjálpa við so nógvum pengum, sum vit gera. Men lat Reyða Kross um at siga okkum, hvussu nógv er komið inn, og hvat hjálpin verður brúkt til. Lat tað ikki blíva til marknaðarføring ella kapping. Vit kunnu hvør í sínum lagi gera upp við okkum, um vit vilja hjálpa, og hvussu nógv vit vilja hjálpa við, og so kunnu vit bara heita á øll fólk um at vera við í innsavningini á ein ella annan hátt.