Ov nógv er afturlatið í okkara kommunu. Vit halda, at Klaksvíkar Kommuna átti at koyrt meira av viðkomandi upplýsingum út á internetið og eisini átti kommunan at sent almennu býráðsfundirnar beinleiðis út í luftina, antin á Rás2 ella í Útvarpi Føroya.
Tað má ásannast, at tíðir eru broyttar. Vit líva í einum teldusamfelagi og harvið eisini í einum kunningarsamfelagið.
Sum er síggja vit, at umsitingin í býráðnum veksur og veksur. Ivaleyst hevði hesin vøksturin kunna verið tálmaður um so er, at býráðið legði áherðslu á, at leggja upplýsingar til borgararnar út á internetið og at brúkt tær radio og sjónvarpsrásir sum vóru tøkar.
Býráðið hevur valt at fara júst mótsætta veg. Telefonirnar svara ikki fyrr enn kl. 10 á morgni, stongja aftur kl. 12, lata ikki upp aftur fyrr enn kl. 14 og stongja aftur kl. 16.
Um býráðsumsitingin heldur valdi at leggja upplýsingar út á internetið, so hevði óivað verið nógv tíð at spart við telefonirnar.
Eitt nú tá um ansingarpláss ræður. Hví ikki spæla við opnum kortum og leggja bíðirøðina út á internetið, ið staðin fyri sum nú, at býðilistin til barnaansing kanska er størsta slaturkeldan í býnum. Hvat við bíðilistanum til grundstykki t.d. kundi hesin í prinsippinum ikki eisini ligið úti á internetinum.
Fíggjarlógaruppskot til býráðið áttu eisini at ligið har, so hann, sum hevur hug at koma við viðmerkingum kundi givið tær til rætta viðkomandi.
Og ikki at gloyma almennu býráðsfundirnar. Her átti býráðið longu nú at farið undir samráðingar við Útvarpið ella Rás2, um at senda hesar beinleiðis. Tí tað er onki at ivast í at hesir fundir hava almennan áhuga og nú vit hava góðar møguleikar tøkniliga átti onki at verið til hindurs fyri at býráðsfundirnir vórðu sendir beinleiðis til borgararnar her í býnum.




