Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað ber ikki til at skilja sundur yvirtøku av útlendingamálum og yvirtøku av marknaðareftirlitinum

John William Joensen

ENDURPRENTA úr nordlysid.fo 04.11.2014 tá ABDH samgongan arbeiddi við at yvirtaka útlendingamál: Í samgonguskjalinum stendur at útlendingamál skulu yvirtakast, men ein útgreining sum landstýrið hevur umbiðið frá Professor, dr.jur. Jens Hartig Danielsen, sum er lektari við lærda háskúlan í Aalborg og som er serfrøðingur á økinum, ger millum annað greitt, at ikki ber til at skilja sundur yvirtøku av útlendingamálum og yvirtøku av marknaðareftirlitinum, og um Føroyar yvirtaka útlendingamálið uttan aat fáa eina avtalu við Schengen, so vilja føroyingar, sum ferðast til norðurlond, koma undir hert eftirlit. Tí er neyðugt hjá landsstýrinum at samskifta við Schengen myndugleikan í Brúsell, sigur Rúni Joensen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum

ENDURPRENTA úr nordlysid.fo 04.11.2014 tá ABDH samgongan arbeiddi við at yvirtaka útlendingamál: Í samgonguskjalinum stendur at útlendingamál skulu yvirtakast, men ein útgreining sum landstýrið hevur umbiðið frá Professor, dr.jur. Jens Hartig Danielsen, sum er lektari við lærda háskúlan í Aalborg og som er serfrøðingur á økinum, ger millum annað greitt, at ikki ber til at skilja sundur yvirtøku av útlendingamálum og yvirtøku av marknaðareftirlitinum, og um Føroyar yvirtaka útlendingamálið uttan aat fáa eina avtalu við Schengen, so vilja føroyingar, sum ferðast til norðurlond, koma undir hert eftirlit. Tí er neyðugt hjá landsstýrinum at samskifta við Schengen myndugleikan í Brúsell, sigur Rúni Joensen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum í samrøðu við Norðlýsið tann 14. mai 2014

Uppritið sum danski professarin, ið er púra óheftur av donsku stjórnini, hevur gjørt fyri Vinnumálaráðið, hevur vakt ans hjá norskum og íslendskum embætisfólkum sum vit eisini hava samskift við í samband við ætlanirnar hjá landsstýrinum at yvirtaka útlendingamál.

Serliga vekir tað ans at professarin staðfestir at norðurlendska pass samstarvið í veruleikanum ikki er til meira, tí øll norðanlondini hava hvør í sínum lagið bundið seg til schengen samstarvið og hava tí eisini bundið seg til at hava hert eftirlit við borgarum og fluttningi úr londum sum ikki hava avtalu við schengen og sum tí verða roknað sum triðjalands borgarar.

Íslendsku embætisfólkini vit samskifta við eru samd við niðurstøðuni hjá danska professaranum og hendan niðurstøðan høvdu donsku embætisfólkini í uttanríkisráðnum heldur ikki roknað við so tí var hetta nýtt fyri teimum.

Ein niðurstøða er, at tað ber ikki til at skilja útlendingamál frá málinum um eftirlit við marknaðarliðunum. Um føroyskir myndugleikar einsamallir skullu góðkenna eina umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvið í Føroyum er neyðugt hjá Føroyskum myndugleikum at sleppa inn á serligu telduskránna sum schengenlondini brúka, tí tá útlendingurin hevur fingið innferðar- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur hann eins og aðrir føroyskir borgarar rætt til at ferðast til onnur schengenlond.

Tí er neyðugt at føroyskir myndugleikar aftaná yvirtøkuna av málsøkinum verða góðkendir sum eitt tilknítt schengenøkið.

Við øðrum orðum ; yvirtaka vit ábyrgd av útlendingamálum- og eftirlit við marknaðarliðunum uttan fyrst at hava eina avtalu við shengenlondini, so verða allir føroyingar roknaðir sum triðjalandsborgarar og Danmark, Ísland, Grønland, Norra og hini norðanlondini eru tá bundin til eisini at rokna føroyingar sum triðjalandsborgarar og sum fylgja av hesum koma føroyingar undir hert eftirlit.

Í dag verða føroyingar roknaðir sum shengen borgarar tí Danmark hevur ábyrgd av útlendingamálum og marknaðareftirlitinum, og danska Schengen øki er víðka til eisini at fevna um Føroyar..

Ber væl til at yvirtaka

Rúni Joensen sigur at tað er sum sagt einki til hindurs fyri at føroyingar yvirtaka baði útlendingamál og eftirlit við marknaðarliðunum, sjálvt um vit ikki eru fullveldi og um Føroyar verða fullveldi. Í báðum førum vil tað verða ein fyrimunur við eini avtalu við schengen. Og hetta krevur tíð og nógv arbeiði .

Arbeiðið við at taka yvir málsøkið útlendingamál og marknaðeftirlit byrjaði í 2001. Arbeiðið hevur ligið stilt til tíðir.

Skal komast á mál við arbeiðinum, er neyðugt við breiðari politiskari semju um at málsøkið skal yvirtakast, tí tað skal arbeiðast miðvíst yvir ár og tvørtur um samgongur, um vit skulu koma til eitt úrslit, sum er nøktandi fyri Føroyar.

LES ÚTGREINING hjá Professor, dr.jur. Jens Hartig Danielsen HER!