Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað bleiv Páll

Jákup Ósá

Páll H. Guðlaugsson hevur fingið nýtt venjarastarv.

Fyri fleiri vikum síðani skrivaði Norðlýsið, at Páll H. Guðlaugsson var favorittur at taka yvir sum høvuðsvenjari í B68. (les meir um tað her). Og hóast tað gekk ein tíð, har B68 m.a. vildi manna nevndina av nýggjum, so endaði tað við, at valið hjá B68 fall á Páll H. Guðlaugsson. Tað boðar B68 í dag frá á heimasíðu sínari.

Páll hevur seinastu árini verið venjari hjá TB við góðum úrslitum eins og hann frammanundan var venjari hjá KÍ við góðum úrslitum.