Í dag kom Líðhamar aftur við 4.800 pundum og Bragd við 5000. Kristian Guttorm Mathiesen hevur verið skipari á Kallanes tveir túrar, og teir hava gjørt tveir góðar túrar, annar 9000 pund á 80 stampum og tann seinni 8.500 á 52 stampum.
Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka sigur, at teir væntandi vera klárir um fáar dagar at fara at rógva við línu. Vit hava gjørt nokk so nógv við skipið síðani vit løgdu eftir íslandstúrarnir, men vit fara nú helst at egna ímorgin og so verður farið til útróðrar, sigur hann.




