Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er ábyrgdarleyst at sjúklingar við krabbameini verða skurviðgjørdir í Føroyum

John William Joensen

Tað er ørkimlandi at politiski myndugleikin ikki lurtar eftir ráðgeving frá Landslæknanum í samband við barnsburðar, men føroyska heilsuverkið hevur ein stóran hugburðstrupuleika, sum viðførir at føroyskir sjúklingar í dag fáa bjóðað viðgerð, sum als ikki lúka tey krøv, sum verða sett í londunum kring okkum. At vit framhaldandi skurðviðgera krabbameins sjúklingar í Føroyum er burtur við og eigur at halda uppat í stundini, sigur kendur yvirlækni

Tað er ørkimlandi at politiski myndugleikin ikki lurtar eftir ráðgeving frá Landslæknanum í samband við barnsburðar, men føroyska heilsuverkið hevur ein stóran hugburðstrupuleika, sum viðførir at føroyskir sjúklingar í dag fáa bjóðað viðgerð, sum als ikki lúka tey krøv, sum verða sett í londunum kring okkum. At vit framhaldandi skurðviðgera krabbameins sjúklingar í Føroyum er burtur við og eigur at halda uppat í stundini, sigur kendur yvirlækni

Jakup Petersen, sum starvast sum yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og í svenska heilsuverkinum, tekur væl ímóti ætlanum hjá landstýrinum sum ætlar at Heilsuverki skal satsa meira uppá fyribyrging.

Her hava vit sera góðar royndir á Klaksvíkar Sjúkrahúsið síðani vit fingu ein medesinskan yvirlækna. Hann hevur arbeitt sera nógv við fyribyrging av hjartasjúkum og eitt úrslit er at tað eru nógv færri tilburðir av blóðtøppum.

Eiga at kunna sjúklingar betri

Landstýrismaðurin er nógv kritiseraður fyri ikki at hava raðfest hvar í heilsuverkinum ymisku viðgerirnar eiga at verða, men Jákup Petersen sigur at Føroyska Heilsuverkið hevur ein nógv størri trupuleika.

Tað er vorðin ein føst siðvenja í okkara heilsuverki at viðgerir sum kunnu gerast í Føroyum – skulu gerast í Føroyum. Henda serføroyska mentanin innan heilsuverki hevur tað vanlukkuligu avleiðing at føroyskir sjúklingar í dag fáa viðgerir sum als ikki liva upp til teir standardir sum kravdir verða í londunum kring okkum og her hugsið eg fyrst og fremst um skurðviðgerir av krabbameinssjúklingum, sum í dag einans eru savnaðar á stórum serdeildum uttanlanda, men sum vit framvegis viðgera á Landsjúkrahúsinum.

Vit noyðast altíð at liva við at føroyska Heilsuverki ikki fer at liva upp til teir standardir sum verða kravdir í norðurlondum, tí vit fara ongantí at hava sama sjúklinga grundarlag. Men tað er neyðugt at vit kunna sjúklingar um hetta og tað er í veruleikanum ikki so nógv dýrari at senda sjúklingar til serfrøði uttanlanda enn at gera skurðviðgerð í Føroyum, men hetta valið hava sjúklingar als ikki í dag. Teir verða viðgjørdir í Føroyum einans tí at ein serlækni er tøkur í føroyska heilsuverkinum og eru tí undirlagdir viðgerartilboð sum ikki eru nøktandi – uttan nakra haldgóða orsøk..

Eiga at steðga við skurðviðgerum av krabbameinssjúklingum

Fyri kortum var skurðdeild fyri krabbameinssjúklingar niðurløgd á einum donskum sjúkrahúsið tí deyðiligheitin millum sjúklingar var ikki nøktandi. Í norðurlondum verður hetta tikið í stórum álvara tí tað stendur um lív hjá sjúklingum og einans tey størstu og bestu sjúkrahúsini sleppa at gera hesar viðgerðirnar. Men í Føroyum verða tær framvegis gjørdar og sjúklingar hava í verleikanum ikki annað val enn at taka av hesum tilboði hóast hetta ikki livir upp til norðurlendskar standardir og sjúklingurin uttan hóastak kundi komið undir viðger hjá fremstu serfrøði á økinum sum finst í okkara nærmastu grannalondum.

Gastriskbypass

Eitt annað dømið er gastrisktbypass sum einans verður framt á serdeildum í norðurlondum. Hendan skurðviðgerð verður í dag bjóða fram í føroyska heilsuverkinum hóast heilsumálaráðið er vitandi um at sjúklingagrundarlagið fyri hetta serøkið als ikki er nøktandi.

Spurningurin um hvørjar viðgerir vit eiga at hava í føroyska heilsuverkinum er nógv meira átrokandi enn hvar í Heilsuverkinum tær skullu gerast. Her er átrokandi neyðugt at sjúklingar verða kunnaðir um hvar besta viðgerin er at fáa – men veruleikin er at føroyskir sjúklingar í dag fáa verri viðger enn teir í veruleikanum kundi fingið og sum teir hava rætt til.