Týsdagin skipaði Bakkafrost fyri einum stórum Virkisdegi í Runavík, har millum 600 og 700 fólk luttóku. Eitt av starvsfólkunum sum var til tiltakið var fyrrverandi løgtingskvinnan, Edva Jacobsen úr Fuglafirði, sum nú arbeiðir á Kryvjing í Klaksvík.
“Mær dámar væl, at Bakkafrost skipar fyri einum slíkum degi,” segði Edva, tá vit hittu hana á Virkisdegnum. Hon heldur, at tað er altíð gott, at virki gera nakað, fyri at starvsfólkini skulu føla seg sum part av heildini, og eisini er ein tryggleiki í tí.
“Sum til dømis nú, tá fleiri eindir verða lagdar saman, so er tað gott at starvsfólkini verða kunnað um, hvørjar ætlanir leiðslan hevur og hvat hendir,” sigur hon.
Edva arbeiddi í heyst á uppisjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði, men tað arbeiðið er avmarkað til ávísar tíðir á árinum, so har er lítið at gera nú. Tí hevur hon síðani hálvan januar arbeitt á Kryvjing í Klaksvík.
“Mær dámar væl at vera á arbeiðsmarknaðinum og at hava nakað til hendurnar,” sigur hon. Edva viðgongur, at tað kann vera stravið at arbeiða 6 langar dagar um vikuna, men alt er relativt.
“Á Pelagos arbeiddu vit 7 dagar um vikuna, og tí kennist hetta, í mun til tað, ikki at vera so langt,” sigur hon.
Myndir frá Virkisdegnum kunnu síggjast her
Niðanfyri nakrar myndir av Kryvjing í dag:




