Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er bíligari hjá familjum at búseta seg í Klaksvíkar kommunu

Nordlysid

Í grein í miðlunum tykist Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, so altráður at skaða meg sum borgarstjóra og sitandi býráðsmeiriluta, at hann gloymir at upplýsa borgarum, hvussu nógv bíligari tað er at búseta seg her í Klaksvíkar kommunu enn í Tórshavnar kommunu.

Í grein ímiðlunum tykist Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, so altráður at skaða meg sumborgarstjóra og sitandi býráðsmeiriluta, at hann gloymir at upplýsa borgarum,hvussu nógv bíligari tað er at búseta seg her í Klaksvíkar kommunu enn íTórshavnar kommunu.


Ígrein í Norðlýsinum fyri stuttum greiddi eg frá um barnalættan, sum sitandibýráðsmeiriluti hevur sett í verk, og hvussu væl hann munar hjá barnafamiljunum,tí hann er veruliga størsti lætti, sum nakrantíð er givin til barnafamiljurnarí Klaksvíkar kommunu.

Menhóast hetta bert kann vera at gleðast um, so klárar Eyðstein Ó. Poulsen,býráðslimur, eftir øllum at døma ikki at gleðast saman við okkum øðrum um hetta.

Hanner enntá so bráður at koma út við onkrum ringum tíðindum um sína kommunu, athann gloymir týðandi upplýsingar, við tí úrsliti, at hann kemur við ófullfíggjaðumsaman­beringum við Tórshavnar kommunu, sum eg ikki skilji, at hann dregur inn íhetta kjakið.

Harvið gevur býráðslimurin av órøttum gevur ein fyrimuntil Havnina í mun til Klaksvík, sum í veruleikanum ikki er har.

Mærrennur í huga orðatakið, at “ringur fuglur drítur í egið reiður”.

Vití meirilutanum hava sett okkum fyri at gera tað liviligari fyri okkara borgararher í Klaksvíkar kommunu – millum annað satsa vit miðvíst upp á at gevasmábarnafamiljum størri fíggjarligt rásarúm. Barnalættin er ein týðandi parturav hesum miðvísa trivnaðarpolitikki okkara.

 

Nógv bíligari at seta búgv íKlaksvík

Ísínari frágreiðing, sum hann enntá loyvir sær at kalla eina “vegleiðing til borgararnar”, gerbýráðslimurin sær ómak at vísa Føroya fólki, hvussu nógv bíligari tað – í hansaraeygum – er at búgva í Havn enn í Klaksvík hjá einari familju við trimum børnum,sum hevur eina samlaða inntøku á kr. 600.000,-

Men,men – her gloymir hann eina ómetaliga týðandi upplýsing, sum ger, at hann ferso skeivur í sínum tølum, at vegleiðingin verður meira ein villleiðing ennnakað annað.

Íhesum sambandi var tað ógvuliga hugaligt at lesa grein í Norðlýsinum í fjørheyst, har ein borgari, sum saman við konu og børnum hevur valt at búseta seg íKlaksvík, ógvuliga skila­gott greiðir frá hesum viðurskiftum – eg loyvi mær herat sitera:

Í mun til Tórshavn er bíligari at keypa húsí Klaksvík. Harafturat er tað í heila tikið bíligari at liva, tí stutt er fráheimi til arbeiði og frítíðaraktivi­tetir. Harafturat er bíligari at luttaka ífimleiki og øðrum aktivitetum. Tá alt verður tikið við, er bíligari hjá barna­familjumat búgva í Klaksvík enn í Havn.

… Eg havi lagt merki til,at hús, sum eru bygd í 70 – 80unum eru einar 750.000 kr. bíligari í Klaksvíkenn í Havn”.

Taðkann valla sigast greiðari.

Miðalrentan til sethús er í løtuni 3,4% og miðal afturgjaldstíðin er umleið 25 ár.Við hesari fígging kostar eitt bankalán á kr. 750.000,- umleið kr. 3.700,- ummánaðin ella kr. 44.400,- um árið.

Sjálvsagter hetta nakað, sum ein býráðslimur í Klaksvík, sum byrjar at samanbera viðhøvuðsstaðin, eigur og skal taka við í sítt roknistykki – uttan so at hannveruliga ynskir at skaða sína egnu kommunu.

Taðfái eg meg kortini ikki til at trúgva, at Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur,ynskir, men hesin framferðarháttur hansara er undir øllum umstøðum ógvuligaóheppin fyri ein býráðslim, tí hetta kann – av órøttum – skaða tað kommununa,sum bæði hann og eg sjálvur eru valdir at umboða.

Eghaldi ikki, at okkum tørvar meira tøl og útgreiningar um hetta málið, tí hettaer ríkiligt til, at eg fult og heilt kann afturvísa tær villleiðandi ogskaðiligu upplýsingar, sum býráðslimurin alment hevur ført fram.

Taðer munandi bíligari hjá familjum at búseta seg í Klaksvíkar kommunu.

 

Jógvan Skorheim,borgarstjóri

Harleyfacadeacryl