…og \”tit eru nakað heilt, heilt serligt í føroyskum fótbólti\”, og \”Tit eru ein stoltleiki fyri KÍ og Klaksvík, segði borgarstjórin, Jógvan Skorðheim millum annað í røðu síni í KÍ-høllini, tá KÍ – kvinnurnar vórðu heiðraðar.
Góðu spælarar, venjarar og leiðarar!
Hetta hevur verið eitt ótrúliga spennandi kappingarár, ið endaði júst soleiðis, sum vit ætlaðu tað.
Fyri stuttari tíð síðani hátíðarhildu vit steypasigrarnar, og í dag kunnu vit fegnast um 14. meistaraheitið hjá okkara fantastisku kvinnum.
Hetta er eitt framúr gott avrik av okkara fótbóltskvinnum, og vit kunnu ikki vera annað enn sera errin av hesum avrikinum, sum setir KÍ og Norðoyggjar ovast á sigurspallin. Eitt er at vinna einaferð, tað er stórt og fantastiskt. Síðani eru tað nøkur lið, ið vinna tvær ferðir ella tríggja ferðir á rað. Men at vinna meistaraheitið eftir meistaraheiti heili 14 ferðir á rað, er einki minni enn eitt søguligt bragd av teimum heilt stóru.
Innan fyri kvinnufótbólt er bara eitt lið, hóast fleiri lið royna at standa saman. Sum KLAKSVÍKINGAR kunnu vit staðfesta, at vit hava nógv tær sterkastu og nógv tær bestu kvinnufótbóltspælararnar í landinum.
Ein týðandi partur av fótbóltinum er at leverað, tá ið avgerandi dystir skulu spælast. At halda høvdið kalt, at minnast gjørdar avtalur og at kempa til dómarin bríkslar. Júst tað vístu tit til dystin í Klaksvík í móti EB/Streymur/Skála.
Nógvir áskoðarar høvdu leita sær niðan á vøllin, og spenningurin var øðiligur. Tit kempaðu og leveraðu í gjøgnum allan dystin. Eingin spælari spardi seg, men fór í hvørja takling og í hvønn nærdyst. Hóast EB/Streymur/Skála royndi við øllum kynstrum, so lógu tit omaná, tá ið dysturin var bríkslaður av.
Ein maður, ið stóð við síðuna av mær til hendan dystin, helt fyri, at næsta ár mugu hini liðini í kappingini taka seg enn meiri saman. Fyri at geva tykkum kapping, so fáa vit kanska eitt lið, sum fer at eita EB/Streyum/Skála/AB/HB/B36/ÍF/Víkingur/B68/NSÍ J
***
Nógv hevur verið tosað um metið! Nú hava tit lagt tykkum framum Rosenborg og ájavnt við mest vinnandi liðið í Europa, Skonto frá Lettland. Sum áskoðarar kunnu vit ikki annað enn fegnast um tykkara heilt framúr stríðsvilja og stremban eftir sigrum.
Tað er blivið næstan óveruligt, hvussu ofta og hvussu nógv tit hava vunnið. Tit eru nakað heilt, heilt serligt í føroyskum fótbólti, í dag hava tit tangera europeiska metið, og skjótt verða tit eitt eindømi í alheims fótbóltssøguni.
Sum borgarstjóri, vil eg koma við einari áheitan til tykkum spælarar og venjarar. Haldið saman og takið metið við at vinna komandi kappingarár!
***
Eg vil til seinast enn einaferð ynskja KÍ-kvinnum hjartaliga til lukku við meistaraheitinum, og heiðrinum sum mest vinnandi lið í Europa. Tit eru ein stoltleiki fyri KÍ og Klaksvík, og sum úrslitini eru hjá gentuliðunum, so skuldi verið møguligt, at KÍ fer at vinna nógv steyp í kvinnukappingunum komandi árini.
Síðani fari eg biðja liðskiparin hjá KÍ kvinnunum um at koma fram at taka ímóti eini gávu til KÍ frá Klaksvíkar kommunu.
***
Her at enda haldi eg, at vit skulu rópa eitt leingi livi fyri KÍ-kvinnum og fyri KÍ.
KÍ leingi livi –hurrá, hurrá, hurrá! Takk fyri!




