Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er einki at koma eftir hjá okkum

John William Joensen

sigur Sjúrður Norðbúð, formaður í B36, sum stendur púra spyrjandi yvir fyri at HB og Ítróttardómstólurin nú vil hava málið um B36 leikara tikið upp av nýggjum.

– Tá málið viðvíkjandi ólógliga HB leikaranum var fyri dómsnevndini vildu teir hava at vita hvussu var við leikaranum hjá okkum.
– Eg fór sjálvur og kannaði skjalagoymsluna hjá okkum og hjá FSF men vit funnu einki skjal um at leikaraloyvi hjá viðkomandi leikara nakrantíð hevði verið flutt úr B36.
– Eg má siga sum er at her er einki at koma eftir, og tí standi eg púra óskiljandi yvir fyri HB og Ítróttardómstólinum, sum nú vilja hava hetta málið tikið upp til viðgerðar av nýggjum, sigur formaðurin í B36 í stuttari viðmerking í kvøld.