Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað er gott at vera pensionistur í Klaksvík

Jóhann Lützen

Soleiðis segði Hans Olaf Hansen við Karl Johansen, borgarstjóra nú uttandura vælveruøki í svimjihøllini er tikið í nýtslu

Í morgun vóru nýggju karmarnir í vælveruøkinum tiknir í nýtslu. Seinstu trý árini hava vitjandi kunna nýtt vælveruøkið við hitapotti, infrareyðari sauna og damp saunu.

Og nú er uttanduraøkið eisini komið við. Tveir hitapottar, ein kaltvatnspottur og kaltvatnsspann umfram ein stór sauna eru lagstir afturat. 

Teir báðir Hans Olaf Hansen og Finnur Jacobsen royndu uttanduravælveruøki og skoðsmálið er sera gott. 

– Tað er gott at vera pensionistur í Klaksvík, segði Hans Olaf brosandi við borgarstjóran. 

Karl Johansen upplýsir fyri Norðlýsinum at nýggju karmarnir hava kosta umleið 1,5 mió krónur.