Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað er ikki ein sjálvfylgja

Óli M. Lassen

Góðu veljarar – avgerðin er tykkara

Vit ynskja, at her skal vera gott at liva og virka hjá øllum borgarum. Vit ynskja at hava bestu tilboð á dagstovnaøkinum. Longu nú, eru vit byrja at fyrireika at økja dagstovnaplássini,  tí vit vita, at fyrst í komandi ári, skulu fleiri børn hava stovnspláss. Vit ynskja góðar karmar til skúlaungdómin. Eftir skúlatíð hava vit hópin av ítróttartilboðum til ung og tilkomin og mennast hesi tilboð støðugt.

Eg fegnist um góðu frítíðartilboðini kommunan veitir ungdóminum eftir skúlatíð og tøkk til Beintu Gregersen og hennara starvsfólk fyri at hava ment hesi frálíku tilboð, sum tey ungu eru sera glað fyri. Hetta er ein sólskinssøga og eru Atlantis og Húsið so væl vitja, at her oftani er fult hús.  

Til tey ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum hava vit hópin av tilboðum Ven & Virka, Dagtilhaldið Sóljan, Búðatrøð, dagtilhald til fólk við demens.  Vit fáa javnan at vita, at vit  hava best skipaða eldraøki og bestu tilboð í Føroyum. Kommunan nýtur einar 10 milliónir meira um árið til eldraøki, enn vit fáa frá landinum,  og sæst hetta sjálvandi aftur í mongu tænastunum. Hetta eigur Marna rós fyri og hennara starvsfólk. Vit ætla framhaldandi at menna tilboð og tænastur til eldru borgararnar. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eisini sera dugnalig starvsfólk og vísa trivnaðarkanningar at nøgdsemi við Klaksvíkar Sjúkrahúsið er í top.

Klaksvíkar kommuna er størsta arbeiðspláss í Norðoyggjum. Tað starvast í dag umleið 450 fólk hjá kommununi. Hetta er innan dagstovna- og ungdómsøkið, røkt, vegadeild, reinhald og fyrisiting v.m.  Vit ynskja sjálvandi at kommunan framvegis skal vera eitt trygt og gott arbeiðspláss.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit altíð hava reint vatn, og ein reinan bý. Vegadeildin, vatndeildin og reinhald toymið hjá kommununi tryggja, at vit skjótt fáa loyst eina rúgvu av viðlíkahaldi og smærri arbeiðum og har reinur og fríður er Klaksvíkar býur er eyðkent slogan fyri býin. Hetta letur seg bert gera, tí vit hava fólk til arbeiðis sum ganga uppí at røkja hesar uppgávur við nærlagni.

Inntøkurnar hjá kommununi í 2020 eru útvið 300 milliónir krónur. Íløgukarmurin hjá kommununi er hvørt ár umleið 60-70 milliónir krónur.  Stórar íløgur eru fíggjaðar uttan lántøku, tí hevur kommunan stórt fíggjarligt rásarúm. Tí er tað ein trygg tilgongd vit hava valt á íløgusíðuni og rakstri av kommununi.

Vit hava ein dugnaligan borgarstjóra, til at stjørna kommununi, eisini er gott at hava býráðslimir, ið hava leiðslu- og umsitingarroyndir og fíggjarligt innlit, til at verða við til, at stýra kommununi gjøgnum virkið nevndararbeiði.  

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit gera stórar íbúðarútstykkingar, ídnaðarøkið, rørsluhøll, barnagarð, fimleikahøll, kappróðrarneyst, húsarhaldsskúla, skoytibreyt og vælveruøkið útbyggjast, gerð av gøtum og býarlundum og mangt annað.  Fyri framman er eisini skjótibreyt, judohøll jú sanniliga ein livandi kommuna.  Á vinnuøkinum er útbyggjan av Norðhavnini, útbyggjan av ídnaðarøkinum undir Hamri og hópin av øðrum verkætlanum. Eisini skulu vit í gongd við at projektera 2-3 byggistig av skúlanum.  Innan viðlíkahald hjá Klaksvíkar Havn, hava vit just hækka játtanina við 1 mió. krónum og vit betra alsamt um møguleikarnar hjá vinnuni, og eru fleiri vinnuligar útbyggingar fyri framman.

Størstu avbjóðingarnar vit sum kommuna hava, er, at nøkta búðstaðartørvin hjá teimum í ynskja at fáa egið heim í okkara kommunu, tað verið seg tilflytarar ella tey ungu í her búgva og sum ynskja at seta føtur undir egið borð, ella tilkomin ið ynskja at flyta í smærri bústað. Fegnist um góðu gongdina við at skapa eina savnandi miðbýareind við enn fleiri íbúðum og nógvum handilsvirksemið og livandi torgið.

Vit hava í longri tíð arbeitt við at fyrireika stóru útstykkingina uppi á Fossum, og undir Fossum. Fyri framman standa útstykkingar á Gravarbø og norðanfyri Domus byggingina. Vit hava valt eina knívskarpa strategi, ið fer at tryggja, at vit fáa fólkavøkstur, trivna og inntøkuvøkstur til okkara kommunu.

Um hetta skal eydnast til fulnar, krevur tað, at vit hava visiónir og vilja til, at menna okkara kommunu á øllum økjum og evnir at tilrættaleggja og stýra eftir hesum, tí kappingin frá høvuðsstaðnum og miðstaðarøkinum er her,  og eg ivist ikki í, at vit framhaldandi fara at menna okkara kommunu, so vit framhaldandi eru ein av bestu kommunum at liva og virka í.

Spurningurin er einfaldur, ynskjir fólkið í her býr  stagnasjón ella framhaldandi menning og trivna, sum vit standa fyri.  

Vit mugu arbeiða hart meðan vit hava momentum ella stagnera vit sum býur og kommuna. Tað vildi verið spell, um vit ikki kunna halda góðu gongdina og saman við tykkum ment hendan fantastiska bý og kommunu.

Vónandi vilja tit stuðla mær í hesum.

Gott val  X við D

 

Vinarliga heilsan

 

Óli M. Lassen, siviløkonomur

Býráðslimur

 

Vilt tú vita meira vitja: omlassen.com

 

Harleywoodpaint