Tað eru nógvir føroyingar í Danmark, sum eru um at kódna niðri á Flatlondum í hesum døgum. Á Oyrasundskollegiinum, har meginparturin av íbúgvunum eru føroyingar, er meginparturin uttanveggja – innanveggja er dekan ov heitt.

Keypmannahavn: Í fleiri dagar hevur hitin ligið oman fyri tey tjúgu. Í dag hava tað verið á leið 23 hitastig ella meira. Góða veðrið byrjaði hósdagin og fer at halda fram til vikuskiftið, tá ið tað fer at kólnað og helst eisini at regna.
Tað verður ikki so galið, tí so verður aftur veður at gera skúlating. Skúlating í slíkum veðrið er ikki altíð tað mest áhugaverda.
Hesar myndirnar eru tiknar fyri skammari stund síðani og sæst puffandi hitin á myndunum.
Allir føroyingarnir heilsa heim og nógvir teirra ynskja seg heim at køla seg niður.