Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er ikki støddin á sjúkrahúsinum, ið telur

Jákup Ósá

(Úr greinasavninum 2013) Royndi yvirlæknin Jóhan Poulsen sigur, at sjúklingurin, sum kemur inn á eitt lítið sjúkrahús, hevur líka so stóran tørv fyri hjálp. Møtið millum sjúklingin og læknan er eins “intens” og man kann uttan trupulleikar geva eina haldgóða viðgerð á einum lítlum sjúkrahúsi.

Royndi yvirlæknin Jóhan Poulsen sigur, at Klaksvíkar Sjúkrahús á summum økjum er sera væl fyri, meðan sjúkrahúsið á øðrum økjum krevur stórar ábøtur og eina politiska ætlan. Eisini ynskir hann eitt nýtt navn, ið skal undirbyggja broytt virksemi, ið skal umfata alt landið, ið er gongda leiðin.

Jóhan Poulsen er serútbúgvin í urologi. Jóhan Poulsen starvast í løtuni sum yvirlækni í Aalborg og London, har hann hevur partíðar størv á báðum sjúkrahúsunum. Til sjúkrahúsið í Aalborg eru 645.000 fólk sum uppland. Sjúkrahúsið hevur 5000 starvsfólk, meðan tað  í London er eitt uppland uppá 1,7 mió. Har eru 6000 starvsfólk. Til samanberingar kann sigast, at á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eru 100 ársverk, meðan ikki rættuliga kann seta tal á upplandið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum á summum økjum er fyri alt landið, tá vit m.a. tosa um serlækna viðgerðir. Harumframt er Jóhan fýra ferðir um árið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann sær fólk og ger nógvar kanningar umframt, at hann ger vanligar skurðviðgerðir.

Vánalig hølisviðurskifti

Jóhan Poulsen starvast sostatt á ógvuliga ymiskum sjúkrahúsum, um vit tosa um stødd. Til samanberingar kann nevnast, at í Aalborg (5000 starvsfólk) eru 1000 seingjapláss, í London (6000 starvsfólk) 1200 seingjapláss og í Klaksvík (100 starvsfólk) 34 seingjapláss. Men hóast hetta eru ymisk sjúkrahús í stødd, so kann tænastan verður eins góð.

– Hóast støddin á sjúkrahúsum er ymisk, so er sjúklingurin altíð tann sami. Tað er ikki støddin á sjúkrahúsinum, ið telur. Tí sjúklingurin, sum kemur inn á eitt lítið sjúkrahús, hevur líka so stóran tørv fyri hjálp. Møtið millum sjúklingin og læknan er eins “intens” og man kann uttan trupulleikar geva eina haldgóða viðgerð á einum lítlum sjúkrahúsi. Men givið er, at møguleikin fyri einari breiðari meting er betri á einum stórum sjúkrahúsi vegna størri røntgen deild, laboratorium og fleiri “specialir”, sigur hann.

Tá vit koma inná Klaksvíkar Sjúkrahús, so eru bæði góð og minni góð ting við sjúkrahúsinum í dag.

– Tað sum virkar so ótrúliga væl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er starvsfólka parturin. Starvsfólkini eru við uppá broytingar og geva eina framúr góða tænastu. Hinvegin eru hølisviðurskiftini út av lagið vánalig. Síðani seinastu útbyggingarnar í 1960’unum, so er lítið og einki gjørt á økinum, sigur Jóhan Poulsen.

Hann hevur eisini síni boð uppá, hvørjar broytingar skulu gerast.

– Seingjatalið skal minka, tí í dag verður ein partur av seingjunum ikki brúktar.  Tær standa tómar. Hinvegin er týdningarmikið, at dagkirugi og ambulanta viðtalan økist. Hetta merkir, at man gevur eina tænastu ein dag, har t.d. skurð viðgjørdi sjúklingurin fer út aftur sama dag. Tí tað er hetta, ið Klaksvíkar Sjúkrahús kemur at yvirliva uppá, og sum er framtíðin, sigur Jóhan Poulsen.

Høg dygd hjá læknunum

Yvirlæknin heldur, at læknarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava høga dygd.

– Læknaparturin hevur koyrt gott á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Jákup Petersen, yvirlækni, hevur dugað væl at fingið dugnaligar læknar til Klaksvíkar. Hann dugur væl at samskifta og hesir læknarnir hava nógvar sergreinar(speciale). Hansara skilagóða hugsjón er, at ein skal heldur hava færri læknar á hægri dygdarstøði enn fleiri í mongd, heldur Jóhan.

Í dag síggja vit eisini, at Klaksvíkar Sjúkrahús verður væl rikið fíggjarliga.

– Man kann fáa høgan kvalitet, men tað krevur, at man satsar uppá Klaksvíkar Sjúkrahús. Man kann fáa topp viðgerð fyri bíligan penga og fíggjarligu tølini siga, at sjúkrahúsið í Klaksvík verður rættuliga skilagott rikið í mun til onnur sjúkrahús.  Neyðugt verður tó at steðga við at minka um játtanir og geva verri umstøður, tí hetta heldur ikki í longdini, sigur 60 ára gamli yvirlæknin.

Framtíðin

Jóhan Poulsen hevur síni boð uppá, hvussu sjúkrahúsverkið kann síggja út framyvir. M.a. verður neyðugt at hugsa meira breitt.

– Klaksvíkar Sjúkrahús skal ikki eita Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað kann t.d. eita Sjúkrahúsverk Føroya og skal vera fyri allar Føroyar. Sjálvt navnið er ikki so týðandi, men neyðugt verður at broyta hugsanina um, at sjúkrahúsið bara skal vera fyri klaksvíkingar ella norðoyingar. Heldur skal tað vera ein tænasta fyri allar føroyingar. Norðoyatunnilin hevur gjørt, at eingin forðing er á hesum økinum, tí tað er eins stutt at koyra frá Havnini til Klaksvíkar sum øvugt. So neyðugt verður at gera sjúkrahúsið soleiðis, at sjúklingar koma til viðtalu úr øllum landinum, sigur hann.

Kjakið um at minka um talið av sjúkrahúsum koyrir ofta í føroyska samfelagskjakinum, men hvat er so gongda leiðin.

– Spurningurin um eitt sjúkrahús mótvegis fleiri er ein politiskur spurningur. Vit sum læknar hava einki við tað at gera, tí okkara økið er at røkja sjúklingin og annars laga okkum eftir umstøðunum, ið politiska skipanin áleggur okkum. Vit skulu gera tað sum verður okkum álagt og vera har, sum skipanin ynskir at viðgerðirnar skulu liggja. Tað er av størsta týdningi, at politiska skipan ger sær greitt, hvat man vil við sjúkrahús verkinum. Soleiðis, at man sleppur undan hesari óvissuni, ið allatíðina valdar. Tí fólk vilja hava bestu viðgerðina.  Tað er ein spurningur um, hvar ein vil hava tænastuna, og hvar man fær mest fyri pengarnar, heldur læknin.

Um nøkur ár kemur væntandi ein Skálafjarðatunnil og hesin kann eisini fáa gongd í kjakið um sjúkrahúsverkið.

– Um Skálafjarðatunnilin kemur, so kann tað fara at broyta Klaksvíkar Sjúkrahús nógv. Tí tá fer tað at taka 20 minuttir at koyra frá Klaksvíkini til Havnar. Hetta kann fara at fáa neiligar avleiðingar fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Men avbjóðingin kemur at vera, at klára at fylgja tíðini. Har er avgerandi, at man klárar at gera umstøðurnar soleiðis, at man fær fólk at koma til viðgerðir á sjúkrahúsinum og at hava teir røttu læknarnar. Møguleikarnir eru har, tí sjálvt við fíggjarligu kørmunum í dag eru økir, ið virka framúr væl og eru effektiv. Og ábendingar eru um, at tað liggja nógvir góðir óbrúktir møguleikar á staðnum. So tað kann síggja spennandi út, men tað veldst aftur her um, hvat politiska skipanin vil, sigur Jóhan Poulsen at enda við Norðlýsið.

Samrøðan var gjørd og prenta í Norðlýsinum 2013