Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er lygn at Tobbi stuðlaði mær

John William Joensen

og tað er sera løgið at hoyra hann úttala seg í fjølmiðlunum um at eg nú skal gerast til ein av fremstu ráðgevarum hansara, sigur Heini O. Heinesen við Norðlýsið

– Verurleikin er, at tá vit fundaðust í flokkinum, spilti hann meg út framman fyri tingmanning flokksins.

– Hann klallaði meg sjálvuppgjørdan og tað sum verri er, men vit vita at Tobbi tolir ikki at verað mótsagdur.

– Tað sum hann nú førir fram er lygn og tað veit hann eisini.

– At eg skal hava verið góður í ráðum er púra ókent fyri mær.
– Eg havi sitið í starvsnevndini hjá flokkinum tá uppskot varð lagt fram um fiskidagabanka. Eingin spurgdi meg um mína meining – sjálvt um eg var partur av leiðsluni.

– Eg havi gjørt flokkinum púra greitt at eg fari ikki at stuðla samgonguni í tí sum hon ætlar á fiskivinnuøkinum.

– Ein fiskidagabanki fer at føra okkum aftur til tað tíðina tá vinnan var politiskt stýrd  –  tí verður alt bara túsund ferðir verri.


Skeivleikar í vinnuni
Heini O. Heinesen sigur at partar av politisku skipanini hava fullkomuliga misskilt trupuleikarnar í vinnuni.

-Tað er púra greitt fyri øllum at tað ikki er rætt at einastu menn – sum fáa veriligan vinning burtur úr vinnuni – skullu vera teir, sum selja seg út úr vinnuni.

– Tað at flotin ikki hevur megna at fornýggja seg hóast skuldin er nógv vaksin seinastu árini er eisini ein stórur trupuleiki, sum politiska skipanin eigur at gera nakað við.

– Men hesir trupuleikar verða ikki rættaðir við einum fiskidagabanka.

– Tað kann fyri sovítt gera tað sama um tann sum selir eitur Bjørn Kalsø ella Hanus Hansen.

– Eg kann siga so mikið um samgongusamráðingarnar, at tað vóru ikki fólk við skilið fyri fiskivinnuni, sum skrivaðu tað, sum stendur í samgonguskjalinum um fiskivinnupolitikkin.

Skilir ikki flokkin

– Eg má siga at eg standi púra óskiljandi yvir tað støðu, sum flokkurin nú hevur tikið. Eg skilji heldur ikki at formaðurin valdi at stuða Tobba í hesum málinum.

– Øll kenna teir trupuleikar, sum flokkurin hevur havt av Tobba og eg standi við tað, sum eg segði á fundinum í gjár at flokkurin kemur eisini at fáa trupuleikar av honum í framtíðini.