FRIGG: Tað siga tríggjar nossligar og fittar havnardamur, sum byrjaðu klokkan ellivu í morgun við ’brunch’.
FRIGG: Tað siga tríggjar nossligar og fittar havnardamur, sum byrjaðu klokkan ellivu í morgun við ’brunch’.
Bjørg, Barbara og Turið eru í sera góðum lag og hava hugna sær allan festivalin á tamb. Í morgun byrjaðu tær við ”Champagne-brunch” hjá Turið.
So tit kunnu ætla at lagið var gott á teimum, tá ið Norðlýsið setti teimum stevnu í kvøld.
– Vit halda at Norðlýsið er mega well, sjálvt um vit eru úr Havnini, sigur Turið.
Tær vóru ikki heilt lidnar at prýðka um andlitið, tá ið tær fóru frá húsum tíðliga seinnapartin. Tí var neyðugt at hava amboðini við sær á Frigg.
Á einari av myndini tjøra tær varrastift á Turið, Barbaru ella Bjørg. Norðlýsið minnist ikki orduliga nøvnini, men sama ger. – Tær høvdu tað, ið hvussu er stuttligt.




