sigur Heðin Mortensen, sum komandi fýra árini kemur at stjórnað høvuðsstaðnum
Tá vit í morgun fingu orðið á komandi býráðsformannin í Havn, og spurdu hvussu tað var ta vaknað sum Javnaðarmaður í morgun, var hann skjótur at svarað við einum smíli.
– Tað er altíð undirfult at vaknað til ein nýggjan dag.
Heðin segði seg annars gleða seg til tær avbjóðingar sum formanssessurin í stórstu kommununi innihelt.
– Vit hava fingið eina góða samagongu og tí gleði eg meg til tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.
Spurgdur um tær gitingar sum hava verið frammi um at hetta møguliga er seinastu ferð Heðin Mortensen stillar upp sigur hann at tað er møguligt.
– Handan spurningin farið eg at taka støðu til seinri, men tað er klárt at eg eisini hava hugsað handan tankan.




