Hetta er tíðin tá smáfuglarnir hava smáar møguleikar at finna sær nakað til føðina. Fyri tað fyrsta er dagurin stuttur, ídag klokkan hálvgun trý er hálvaskýmt, fyri tað næsta er hetta tíðin tá stormarnir herja og so ikki minst skerjir kavin og frostið nógv møguleikarnar hjá smáfuglunum at yvirliva.
Tí er gott, um fólk hugsa um hetta og geva smáfuglunum eitthvørt avlop frá húsarhaldinum, ella kanska eisini keypa ymiskt til fuglar, ið flestu matvøruhandlar selja ídag.
Um tú hevur áhuga fyri fuglum, so fært tú eisini eina uppliving, bert at hyggja at teimum. Klandrivættini stærarnir eru nevniliga ógvuliga undirhaldandi. Ert tú heppin, sært tú eisini sjáldsamar fuglar beint uttanfyri, soleiðis var hjá mær ímorgun, men eg fekk onga mynd av honum. Njótið myndirnar og hugsið um smáfuglarnar:




