Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er ov trupult at finna runt í Klaksvík

John William Joensen

siga ferðafólk, sum undirritaði hevur tosað við, og tí er trupult at finna tey støðini ein ætlar sær.

Tað eru rættuliga nógv ferðafólk í býnum, men ein stórur trupuleiki fyri hesi er vantandi skelting.

Tá ein kemur til Klaksvíkar vísir skelti hvussu ein sleppur til norðara og vestara partin av býnum, men ikki hvussu ein sleppur skjótast til eitt nú miðbýin – centrum.
Fyri okkum sum búgva her kann hetta tykjast eitt sindur løgið men hóast býurin ikki er millum teir stórstu í heiminum so kann tað tykjast fløkjasligt fyri fremmandafólk at finna runt.
Hetta sæst m.a. á tí at sera nógvir stórir campingbussar og fremmandabilar koyra eftir nýggjavegi og Uppsalagøtu sum als ikki eru egnaðir til stóra ferðslu.
Orðsøkin til hetta er kanska tann at tá tú sum fremmandur kemur til býin og ætlar tær til at handlað í miðbýnum so tykist vegurin frá rundkoyringini við Borðoyavík og yvir í Gerðabø at leiða burtur frá býnum. Tí velja mong at snara niðan móti nýggjavegi og Uppsølum.

Endaði á Bumshamri
Ein ferðamaður, sum undirritaði hitti inni í Leikalund, og sum ikki hevði verið í Klaksvík síðani hann var smádrongur, segði at hann hevði ætlað sær at koyrt til Viðareiðis. Tá hann kom til gerðagøtu stóð skelti til Viðareiðis sum peikaði inn móti miðbýnum, men komin inn til rundkoyringina við posthúsið vóru eingi skelti sum vístu til Viðareiðis. Tá so er velur ein jú at koyra beint og tí endaði hann á Bumshamri. Tí var hann komin inn í Leikalund av spyrja um veg.
Nakrir týskarar sum stóðu og hugdi í eitt Føroyakort á posthúshorninum spurdu um vegin til Norðoyatunnilin.
Nú skal hetta ikki takast sum negativur kritikkur av umstøðunum í Klaksvík, men sum ein áheitan á myndugleikarnar um at skunda undir skeltingina sum óivað er á veg.
Tað kann ikki vera rætt at eingi skelti eru í miðbýnum sum vísa hvussu ein sleppur út úr Klaksvík til Eysturoynna ella víðari norður til bygdirnar norðanfyri.

Vinarliga
John William Joensen