Viðmerking til Jógvan við Keldu
Jógvan við Keldu tykist halda, at tá tað í eini grein um Klaksvíkar søgu, sum eg fyri nøkrum árum síðan setti saman til heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kommunu, stendur, at Betesda varð bygt í 1930 heldur enn í 1928, so ber ikki til at hava álit á nøkrum, sum eg havi skrivað. Her hugsar hann helst um tað, sum eg havi skrivað um bíbliugranskingina tey seinastu árini. Jógvan við Keldu roynir v.ø,o. at føra prógv fyri, at tá eitt ávíst árstal í eini heimasíðugrein hjá mær er komið eitt lítið sindur skeivt fyri, so fellur eisini alt annað, sum eg havi skrivað tey seinastu árini. Hetta prógvar í veruleikanum einki annað enn, at flest allar mínir greinar mugu hava rakt Jógvan við Keldu so mikið meint, at hann er nívdur heilt inn á sálina. Tað kann eg einki gera við.
Eg viðgangi fegin feilir (tað er einasti háttur at læra nakað nýtt uppá), men eg fari ikki at lata ógrundaðar skuldsetingar frá Jógvan við Keldu um, at eg ikki at hava “kannað” nakað, fara aftur við borðinum. Tá man verður biðin um at skriva eina grein um 1000 ára søgu til eina heimasíðu, so verður man sjálvandi ikki biðin um at gera nakað annað enn at savna og skriva saman upplýsingar, sum standa í útgivnum tilfari. Greinin á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu byggir v.ø.o. á arbeiði, sum onnur hava gjørt – t.e. uppslagsverk o.a. Upplýsingin um Betesda stavar t.d. frá Trap Danmark, 1968, 29. bind. Á síðu 304 stendur: “Plymouth-brødrenes kirke (opf. 1930, arkt. Ola Hans Biskopstø, udv. 1961-62, arkt. David Jacobsen; 800 pladser)”. Eg veit, at tann seinna upplýsingin er eftirfarandi og hevði onga grund til at ivast í tí fyrru. Eg havi síðan sæð árið 1930 nevnt aðrastaðni í sambandi við byggingina av Betesda, men 1928 havi eg bara sæð einastaðni.
Í Leirkerinum 1985, Nr. 4, síðu 153, greiðir Helena Joensen, dóttir Jens Klæmint og Sáru Isaksen, frá, at ““Gamli “Betesda” … varð … (í 1927 ella 1928) tikin niður og fluttur nakrar metrar vestureftur … “. Tann heldur óneyva tíðarfestingin tykist benda á, at Helena Joensen skrivaði eftir minninum meira enn 50 ár seinni. Myndateksturin á síðuni frammanundan upplýsir tó einans árið 1928. Eg veit ikki, um tað er haðani Jógvan hevur árstalið 1928, men í grein míni á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, sum eins og aðrar tílíkar greinar er grundað á bøkur og uppslagsverk, havi eg valt at fylgja Trap Danmark hesum viðvíkjandi.
Helena Joensen skrivaði í somu grein í Leirkerinum í 1985, Nr, 4, síðu 154, at tey fyrstu samfelagsmøtini hjá brøðrasamkomuni vóru í Klaksvík á jólum í 1924. Í Lív og Læru, Nr. 4, 1961, síðu 7 og í Lív og Læru, Nr. 18, 1965, síðu 4, skrivaði Andrew Sloan, at tað var á jólum í 1923. Sambært tí eirindaleysa háttalagnum hjá Jógvani við Keldu hava eg her avdúkað, at annar høvundurin ikki hevur “kannað” nakað. Hesin smáfeilurin í aðrari heimildini noyðir okkum sambært Jógvani við Keldu til at ivast í hesi heimildini allari sum hon er – umframt sjálvandi øllum tí, sum viðkomandi høvundur yvirhøvur hevur skrivað! Sambært Jógvani við Keldu er hendan niðurstøðan heilt rímilig. Spurningurin er bara hvørja, um nakra, av hesum heimildum, vit skulu halda okkum til? Tað er ofta trupult at tíðarfesta hendingar heilt neyvt, men við órímiligari smáligheit er lætt at tveita skuldsetingar eftir teimum, sum eftir førimuni royna at fáa tað besta burtur úr heimildunum.
Eg kann heldur ikki bara mær fyri at koma við einum øðrum dømi. Í Matteusarevangelium stendur, at Jesus varð føddur á Heródesar døgum (Heródes doyði í 4 f.Kr), meðan Lukasevangeliið upplýsir, at Jesus varð føddur, meðan Kvirinius varð landshøvdingi í Sýrialandi (Kvirinius gjørdist landshøvdingi í Sýrialandi í 6 e.Kr.). Her hava vit tvær heimildir, sum fara í minsta lagi 10 ár skeivar av hvørjari aðrari. Út frá teimum somu órímiligu treytum, sum Jógvan dømir tað, sum eg havi skrivað, eftir, kunnu vit staðfesta, at annar av evangelistunum ikki er eftirfarandi yvirhøvur. Av tí, at tað er breið semja millum granskarar um, at tað er Lukasevangeliið, sum her fer skeivt, so fellur eisini øll Apostlasøgan, sum sami høvundur hevur skrivað. Hendan viðferðin av Lukas, sum fylgir av háttalagnum hjá Jógvani við Keldu, tykist mær nú heldur órímilig.
Hóast stórt kanningararbeiði er tað ikki altíð so lætt at finna fram til akkurát tað rætta árstalið. Tað eru heldur ikki altíð granskarirnir, sum kunnu lastast fyri tað, tí ofta eru heimildirnar ógreiðar og mótstríðandi. Skulu vit til at sáa iva um allar tekstir hjá høvundum, sum hava skrivað onkrar smáfeilir, so verður berligt. Viðvíkjandi spurninginum um júst nær nýggja Betesda stóð liðugt, gangi eg út frá, at Jógvan man hava meira eftirfarandi heimildir at stuðla seg á, enn tær, sum eg her havi nevnt. Hann tykist vera so fullvísur í síni søk.
Sjálvur eri eg ikki altíð so fullvísur, og eru onkrir smálutir í greinini skeivir, so taki eg fulla ábyrgd av teimum.




