Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er rift um gággurnar

Oliver Joensen

Ímorgun vórðu so gággurnar seldar og lagdar upp á land av Komet norðuri á Stongunum.

Klæmint Hansen, skipari og eigari av Komet sigur, at tað gongur væl at selja gággurnar. Teir sum fingu gággur ímorgun vóru Kallanes, Líðhamar, Bragd, Reynsmúli og Bráttaskorð.

Tað var ein góður túrur í gjár, í veruleikanum tann besti vit hava gjørt, tá alt var vigað vísti tað seg nevniliga at vit seldu 3.120 kilo av gággu og er hetta góð 400 kilo meira enn vit áður hava havt. Viðmerkjast skal tó at vit hendan túrin høvdu 60 rúsir fleiri enn vit plaga, men tað er neyvan øll orsøkin til at veiðan gjørdist so stór í gjár, tí tilsamans høvdu vit 670 rúsur í sjónum, so tær 60 rúsurnar skuldu ikki gjørt so nógvan mun.

Sum sagt so gongur væl at sleppa av við gággurnar. Tað vóru fleiri, sum ikki fingu ímorgun og vit hava fyrispurningar nógva aðrastaðni ífrá í Føroyum, uttan at vit tó kunnu nøkta tørvin hjá teimum. 

Ein vágamaður ringdi ígjár og bað okkum koma vestur við gággum frá eini heilari setu, tí hann garanteraði fyri at tað var ongin trupulleiki at sleppa av við alt har vesturi. Eisini hava fyrispurningar verið úr Eysturoynni og onkuntíð hava vit sent agn til teirra eisini, sigur Klæmint Hansen at enda.