Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er skilabest og tryggast at Smyril flytur bláu bylgju til Løgmansfinaluna

John William Joensen

Tað má av sonnum verða politiskar agurktíðir á Tvøroyri, nú Tvøroyra Býráð á eykað býráðsfundi, samtykkir at mótmæla ætlanum hjá Strandferðsluni at tillaga ferðaætlanina hjá Smyril ein leygardag í august, so Smyril kann flyta stóru áskoðarafjøldina hjá KÍ til Løgmansfinaluna.

Tað má av sonnum verða politiskar agurktíðir á Tvøroyri, nú Tvøroyra Býráð á eykað býráðsfundi, samtykkir at mótmæla ætlanum hjá Strandferðsluni at tillaga ferðaætlanina hjá Smyril ein leygardag í august, so Smyril kann flyta stóru áskoðarafjøldina hjá KÍ til Løgmansfinaluna.

Tað er gomul traditión og framvegis tað skilabesta at áskoðarafjøldin hjá KÍ verður flutt sjóvegis til Havnar, tá Løgmansfinala er. Tað er óamannaverk at lata 1500 privatbilar og 30 bussar fylla landsvegirnar og Gundadal tá KÍ spælir Løgmannsfinalu móti Víkingi. Harafturat kemur hópin av viðhaldsfólkum úr Gøtu eisini. Vit eiga eisini at umhugsa um tað umhvørivisliga og ferðslutrygdarliga skilføri í hesum føri.

Smáligir býráðslimir

“..Tvøroyrar Býráð vísir á, at klaksvíkingar hava fast samband við Havnina,…” skrivar IN.FO

Vit norðoyingar hava sjálvir rindað fyri bygging og raksturin av Norðoyatunnlinum og nú krevur løgtingið at vit norðoyingar eisini skulu rinda landskassanum inngjaldi í tunnilin aftur. Norðoyingar hava harafturat gjøgnum skattin, saman við øllum føroyingum, rinda allan byggikostnaðin fyri Smyril og rinda hvønn dag gjøgnum skattin stuðul til Smyril, so suðuroyingar kunnu ferðast til ein rímiligan penga.

Nú nokta Kristin Michelsen &co at lána okkum Smyril at gera tveir túrar ein leygardag, sum vit vita verður inntøkutúrar hjá SSL????

Vitandi at suðuroyingar ikki koma at missa nakran túr, men bert henda eina dagin skulu ferðast eina aðra klokkutíð enn vanligt – EIN LEYGARDAG –  skal valdast smáligheit!!!!

Men fara nú øll bý og bygdarráð í Suðuroynni at taka undir við Kristin Michelsen, so verður trupult hjá Strandferðsluni at taka av hesum møguleikanum.

Takk fyri Kristin og co!!!
Gudforbarmi seg fyri Tvøroyra Býráð!!!

LES EISINI: Tvøroyra Býráð mótmælir